Páskadagarnir í Meinigheitshúsinum í Tórshavn eru avlýstir

Eftir at øll tiltøk, sum landsstýrið hevur sett í verk fyri at basa koronasmittuni, halda fram til eftir páskir, hevur leiðslan í Meinigheitshúsinum í Tórshavn avgjørt at avlýsa øll møtir á páskum.

Ætlanini var at skipa fyri serligum páskadøgum, har Erik Nielsen, trúboðari í Danmark, skuldi koma at tala. Hesi tiltøk eru so avlýst, og tað eru øll onnur tiltøk í Meinigheitshúsinum eisini inntil víðari.

Lýst verður aftur, tá gongd kemur aftur í nógva virksemi í húsinum. – Vit gleða okkum at samlast aftur og fáa gongd aftur á fjølbroytta virksemi, sigur leiðslan í meinigheitini. Inntil tá ynskja tey øllum føroyingum Guds signing í hesi serligu tíð, við bøn um verju yvir føroya land og fólk.

LES EISINI  Helena caféleiðari í Meinigheitshúsinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina