Páskaregg, rulla egg og páskaharur – hvaðani stava páskasiðir?

Eins og á jólum eru nógvir siðir knýttir at páskunum. Vit kanna nærri, hvaðani nakrir av evropeisku páskasiðunum stava og hví teir eru íkomnir.

Ein máti at allýsa ein sið er, at tað er nakað, sum ein ger, uttan at hugsa so nógv um, hví ein ger tað. Hyggja vit kortini nærri eftir teimum siðum, sum hoyra til páskirnar, er heldur ikki altíð so lætt at siga nágreiniliga, hvar og hví teir byrjaðu. Teir kunnu hava kristnan uppruna, teir kunnu hava heidnan uppruna, og teir kunnu eisini hava meira við árstíðina at gera enn høgtíðina.

Páskaliljur boða frá um várið

Kristnu páskirnar liggja ikki somu tíð í álmanakkanum hvørt ár. Páskadagur kann vera alt frá 21. mars til 25. apríl, tí hann verður lagdur fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Ella rættari eftir 21. mars, tí várjavndøgur kann eisini vera 20. mars, sum til dømis í ár. Men í hvussu er, liggja páskirnar altíð um várið. Og av tí at páskaliljan er ein av teimum fyrstu blómunum, sum blóma um várið og ofta um páskatíð, nýta mong hana sum prýði á páskum. Páskaliljan er sostatt meira ein boðberi um várið enn um páskirnar.

Hinvegin er lætt at knýta alt lív, sum sprettir í náttúruni um várið, at páskunum, ikki minst tað sum kemur upp úr tí myrku, køldu moldini.

Kjarnin í páskaboðskapinum er jú, at Kristus rísur upp frá deyðum og vinnur á deyðanum.

(Mynd: cocoparisienne á Pixabay)

Páskaharan ella páskakaninin

Páskaharur ella kaninir eru ikki so stórur partur av okkara páskum sum í øðrum londum, serliga í USA. Vit kunnu tó hvørjar páskir keypa harur og kaninir úr sjokolátu, tær eru eisini við í nógvum barnafilmum, og so eru tær eisini vanligt pappírsklipp á páskum. Eins og nógvir aðrir høgtíðssiðir stavar páskaharan upprunaliga úr Týsklandi í 17. øld, og haðani kom hon til Danmarkar í 19. øld. Í USA er páskakaninin betri kend (Easter Bunny), og hon kom helst hagar við týskum tilflytarum í 18. øld.

Í fleiri londum er tað hon, sum leggur ella fjalir páskaregg í urtagarðinum, sum børnini so mugu finna, áðrenn tey kunnu eta eggini. Fyrr var tað mest høsnaregg, sum foreldrini høvdu málað, seinni sum kunnugt sjokolátaegg. Í summum londum hava tey tó sett onnur djór ístaðin. Eitt nú í Australia, har tað eru so nógvar harur og kaninir, at javnvágin í náttúruni er hótt. Tí hava tey ístaðin valt sær ein páska-posagrevling. Í Sveits er tað ein geykur, sum kemur við páskareggunum, og summastaðni í Týsklandi er tað ein revur.

Kaninur nørast sum kunnugt ógvuliga skjótt, og tí er hugsandi, at tað er grundin til, at tær eru vorðnar tekin um nýtt lív. Eitt ástøði er, at siðurin hevur heidnan uppruna frá høgtíðini fyri fruktbarisgudinduni Eostre, hvørs djóratekin segðist vera ein kanin. Helst stavar enska heitið easter eisini frá heitinum á heidnu hátíðini.

(Mynd: Manfred Richter á Pixabay)

Egg, egg og aftur egg

Tað er nærum ógjørligt at tosa um páskasiðir uttan at nevna eggini, men tað er ikki heilt víst, júst hví eggini hava fingið ein so stóran leiklut á páskum. Umframt at lita egg og spæla við tey, vóru tey sterk symbol á páskum í gomlum døgum. Eitt nú vórðu tey í fleiri landbúnaðarsamfeløgum givin sum olmussa til fátæk, og fátæk børn gingu húsagongd og sungu um at fáa egg, næstan sum føstulávint hjá okkum.

Eitt ástøði er, at eggið er vorðið páskasymbol, av tí at prestar í Týsklandi longu fyrst í 12. øld signaðu høsnaregg, sum kirkjuliðið hevði við í kirkju.

Hetta var millum annað tí, at eggið skuldi vera symbol uppá Jesu uppreisn, bæði tí at høsnarungin brýtur sær veg út ígjøgnum skalið, og tí eggið inniheldur (fjalt) lív og er tekin um lívsmegi.

Nú á døgum verða flestu høsnaregg vorpin í risastórum eggvirkjum, men í gomlum døgum var tað meira tengt at árstíðini, og fyrstu eggini vórðu vorpin um várið. Tey hildu, at tey fyrstu eggini høvdu tað bestu styrkina, og nógvastaðni stappaðu tey egg í seg uttan afturhald. Tað kann eisini hanga saman við, at lønin á bóndagørðunum varð útgoldin í matvørum. Egg vórðu hildin at vera sera leskilig, og tað skuldi hátíðarhaldast.

Páskareggini vórðu fyrst vanlig høsnaregg, sum vórðu litað og eisini prýdd. Síðst í 19. øld brúktu mong sukuregg. Einaferð í 19. øld byrjaðu tey eisini at gera egg í Fraklandi og Týsklandi úr beiskari og harðari sjokolátu. Ikki fyrrenn fyrst í 20. øld byrjaðu sjokolátaeggini sína sigursferð.

Fyrr skundaði kirkjan undir, at ein ikki át egg í føstuni og heldur ikki í stillu viku. Tí goymdu fólk tey eggini, sum vórðu vorpin dagarnar undan páskum, og prýddu tey, so børnini kundu fáa tey á páskum.

Í Føroyum rulla børn sum kunnugt enn harðkókað og litað høsnaregg oman eftir eini brekku annan páskadag. Aðrastaðni í Evropa var hetta bert eitt av fleiri spølum við eggum á páskirnar. Tað snúði seg mest um at rulla sítt ella síni egg so leingi sum gjørligt, uttan at tey brotnaðu. Aðrastaðni kundi tað snúgva seg um at raka og bróta eggini hjá hinum ella at rulla longur oman enn hini.

Nú er dymbildagavika

At enda eitt heiti í kristnu páskunum. Henda vikan – frá pálmasunnudegi til páskaaftan – verður nevnd dymbildagavikan ella stilla vika. Av tí at vikan var halgað Jesu líðing, máttu kirkjuklokkurnar ikki ringja so hart sum vanligt. Tí bundu tey kúlvin fastan og slóu ístaðin klokkuna við einum trægassa, einum “dimbli”, so ljóðið doyvdist eitt sindur. Í samsvari við hetta staðfesti danski kongurin Christan sætti í 1735 eina lóg, sum bannaði øllum veitslum, sjónleikum og øðrum larmandi stuttleika alla ta stillu vikuna. Annars verða dagarnir skírhósdagur og langafríggjadagur nevnd skírishalgan, og sjálvar páskirnar byrja ikki fyrrenn við páskadegi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina