Páskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn

Ungdómspáskastevna v/ Wilson Goeda verður fríggjadag 15. apríl kl. 20.00 og mánadag 18. apríl kl. 22.00

Aftur í ár skipar tey fyri ungdómspáskastevnu í Meínigheitshúsinum í Havn. Hesuferð vitjar Wilson Goeda úr Suður-Afrika, ið kemur at tala. Wilson hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, m.a. á ungdómslegum í Nesvík í 2015 og 2016. Nógv spennandi verður á skránni.

Wilson Goeda arbeiðir sum undirvísari hjá Youth With A Mission. Hansara lív hevur verið merkt av hatri yvir tað órættvísi, sum hann upplivdi av at vaksa upp undir Apartheid í Suðurafrika. Hansara uppvøkstur var harður, gjørdist foreldraleysur sum 8 ára gamal, varð seldur sum trælur, megnaði at flýggja aftaná 7 ár og livdi síðan á gøtuni í Johannesburg, har hvør dagur var ein bardagi fyri lívinum. Sum 17 ára gamal varð hann tó møttur av Guds kraft, bleiv frelstur og settur í frælsi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina