Pauli og Jastrid Høj 25 ár í Kelduni

Tá Keldan byrjaði sítt virksemi í 1987, var tað úrslitið av einum gomlum dreymi um at hava eitt stað, har til bar at savnast um Guds orð alt árið.

Øll árini síðani karismatiska vekingin vaks fram í Føroyum, hevði talan verið um vikuskiftismøti, ið vórðu hildin í skúlum og aðrastaðni í landinum, og síðani 1979 høvdu tjaldmøti eisini verið um summarið.

Møtini vetrarhálvárið lógu ikki í føstum kørmum. Knappliga hoyrdi tú eina kunngerð í Útvarpinum, ella ein lýsing stóð í bløðunum um, at nú vórðu vikuskiftismøti undir heitinum “Kristus er Svarið,” og so fór “maður av húsi”. Tað einasta sum lá fast tey fyrstu nógvu árini var, at á páskum var páskastevna.

Alt hetta endaði við, at Pauli og Jastrid blivu sett sum leiðarapar í Kelduni.

Pauli byrjaði skjótt, eftir at tey vóru blivin leiðarar, at tosa um at útbyggja Kelduna, og seinni broyttist tað til at byggja eitt nýtt hús, sum var størri enn tey flestu dugdu at ímynda sær. Hetta virkaði rættiliga ógvusligt, og serliga tá tøl vórðu sett á, hvussu nógv hetta fór at kosta. Men fólk tóku væl ímóti tí, og skjótt merktist eisini, at meira varð givið til arbeiðið.

Og tað steðgaði ikki har. Næsta visjónin, og har var tað serliga Jastrid, sum stóð fyri henni, var at hava egnan skúla. Nú er eisini Bíbliuskúla komin.

Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum, Jastrid og Pauli, og takk fyri arbeiðið, ið tit higartil hava gjørt. Tit hava verið góðar fyrimyndir, og ynskja vit Guds ríku signing yvir tykkum, tykkara familju og arbeiðið framyvir.