Pávin bað um fyrigeving

Pávin umbar seg vegna katólsku kirkjuna fyri fleira hundrað ára langan ágang framda mótvegis kanadiska upprunafólkinum.

Pávi Frans skuldi eftir ætlan koma við eini formligari umbering til kanadiska upprunafólkið í hesi vikuni og fyrrapartin mánadagin lokala tíð gjørdist hetta veruleiki, tá 85-ára gamli pávi Frans á síni rundferð kring landið fyrst steðgaði við indianarasamfeløgini kring Maskwacis økið sunnan fyri serstatin, Alberta, har fleiri indiansk friðað øki liggja, sokallaði reservatir. Økið var í 1900-talinum eisini kent sum heimstaður fyri ein af størstu katólsku kostskúlum í Kanada, hagar børn frá upprunafólkinum vórðu send fyri at ”geva” teimum eina vestliga mentan og heimsfatan.

Pávi Frans saman við lokalu indianarahøvdingunum

Pávin vitjar í Kanada
Frá sunnudegi 24. juli til fríggjadag 29. juli er høvdið fyri katólsku kirkjuna, Frans pávi á vitjan í Kanada fyri at søkja ”sátt og semju og grøðing” hjá upprunafólkinum í landinum.

Katólska kirkjan hevði ein avgerandi leiklut í kanadisku verkætlanini, ið frá 1831 til 1996 hevði til ætlan at venda indianska upprunafólkinum frá teirra upprunaligu mentan fyri at gera tey meira vestligt orienterað.

LES EISINI  Forbønarskeið verið í Hvalvík

150.000 børn frá upprunafólkinum vórðu send á katólskar og protestantiskar kostskúlar, har mong teirra fingu ringa viðferð og har fleiri túsund teirra mistu lívið vegna vanrøkt.

Á einum palli umgyrdur av indianskum høvdingum og frammanfyri einum størri bólki av fyrrverandi kostskúlanæmingum, bað pávin um umbering fyri fortíðar illgerðir.

”Orsakað! Eg biði um fyrigeving. Serliga fyri mátan, nógvir limir í kirkjuni og átrúnarligum samfeløgum samstarvaðu við stjórnina tá um ógvisligt mentannarligt skaðaverk og noydda assimilering av upprunafólkinum á hesum kostskúlum,” boðaði Frans pávi frá og kallaði hesi átøk fyri ”vanlukkuligar feilir”

Sambært Jacob Egeris Thorsen, lektari í gudfrøði á Aarhus Universitet, so tyktist talan trúverdig og kensluborin.

Pávi Frans segði, at nú skal gerast eitt víðari kanningararbeiði av tí sum hendi, men hann legði eisini dent á, at hetta var ein verkætlan, sett í gildi av stjórnini tá, men eg hetta als ikki frítekur kirkjuna fyri ábyrgd fyri sin lut í hesi verkætlan.

Aftaná røðuna og almennu umberingina, setti staðbundni høvdingin, Wilton Littlechild frá Ermineskin Cree Nation ein indianskan høvuðbúna á høvdið á pávanum, meðan fólk klappaðu, róptu og grótu.
Kristelig Dagblad og Dagen.no

LES EISINI  Bønakall úr týskum moskum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina