Pávin kallar hjúnalagið mál fyri veruliga kærleikan
– meðan føroyingar í vaksandi mun velja tað frá
ROM/TÓRSHAVN – Hjúnalagið er ikki bara ein hugsjón ella eitt fjart mál, men sjálvur vegurin til kærleikan millum mann og kvinnu. Tað staðfesti pávin Leo XIV í eini prædiku á Pæturs- torginum sunnudagin 1. juni, har hann talaði til túsundtals pílagrímsferðandi úr yvir 100 londum í sambandi við halganaráriðhjá katólsku kirkjuni í 2025, fyri familjur, børn, abbar, ommur og eldri.
Samtíðis vísa nýggj tøl úr Føroyum, at ein meiriluti av børnum verður føddur uttan fyri hjúnaband. Sambærtársfrágreiðingini hjá Familjufyrisitingini fyri 2024 vóru 54 prosent av teimum 586 børnum, ið vórðu fødd í fjør, fødd av ógiftum mammum (Familjufyrisitingin, Ársfrágreiðing 2024, 5. juni 2025).
“Hjúnalagið er ikki eitt hugmál, men sjálvt viðurskiftini fyri veruliga kærleikan millum mann og kvinnu – einkærleiki, sum er fullkomin, trúfastur og fruktagóður” segði pávin Leo XIV í prædiku síni, sambært ACI Africa (1. juni 2025).
Færri giftast – fleiri børn verða fødd uttan fyri hjúnalag
Hóast flestu børn í dag verða fødd uttan fyri hjúnaband, so búgva foreldrini sum oftast saman. Sambært Familjufyrisitingini vóru 77 prosent av ógiftum foreldrum, ið fingu barn í 2024, skrásett sum samlivandi. Um foreldrini hava búð saman í minst 10 mánaðir áðrenn føðingina, fáa tey av sær sjálvum felags foreldramyndugleika sambært lógarbroyting, sum kom í gildi í januar 2022.
Henda gongdin staðfestir eitt rák, sum hevur verið galdandi í Føroyum seinasta áratíggið. Síðan 2014 havamillum 48 og 60 prosent av nýføðingunum havt ógift foreldur. Bert í 2018 vóru tær gifta mammurnar í meiriluta.
Pávin: Hjúnalag er lykilin til framtíðar familjulív
Pávin Leo XIV nýtti prædiku sína til at leggja dent á, at hjúnalagið hevur ein lyklaleiklut í ætlan Guds viðmenniskjum. Hann nevndi familjuna sum “vøggan fyri framtíð mannaættarinnar” og vísti á, hvussu samband– serliga í hjúnalagnum og í familjuni – eru grundleggjandi fyri trivnaðin hjá bæði barni og samfelagi.
“Dagsins heimur hevur tørv á hjúnabandssáttmálanum fyri at kunna kenna og taka ímóti kærleika Guds og vinna á teim kreftum, ið oyða sambond og samfeløg,” segði pávin.
Hann dró eisini fram halgidømi sum Louis og Zélie Martin, umframt polsku Ulma- familjuna, sum fyridømi um trúfesti og kærleika í eini tíð merkt av ótryggleika og upplopnum sambondum (ACI Africa, 1. juni 2025).
“Vit mugu tora at líta á kærleikan”

Kærleiki er eitt val – eitt val, sum ofta er knýtt at mongum kenslum, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen
Sambært Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðara, eigur boðskapurin hjá pávanum at fáa okkum at hugsa – eisini í føroyskum høpi.
“Vit liva í eini tíð, har mong vilja elska – men uttan at binda seg. Kærleiki snýr seg júst um hitt øvugta: at geva seg sjálvan við húð og hár og øllum, tú ert og eigur,” sigur hann.
Hann vísir á, at mong velja hjúnalagið frá, tí tey í grundini ivast í, um sambandið fer at halda – og tí heldur vilja sleppa undan at binda seg við einum lyfti, sum krevur fulla yvirgeving.
“Kærleiki er eingin trygd fyri, at alt verður lætt. Men kærleiki er eitt val. Sannur kærleiki bindur seg, eisini tá ið framtíðin er óviss,” sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen.
Hann ávarar eisini ímóti at blanda forelskilsi og kærleika saman – har tað fyrra er kensluborið og avmarkað.
“Forelskilsi er nakað, tú kennir. Kærleiki er eitt val – eitt val, sum ofta er knýtt at mongum kenslum. Men sannur kærleiki vísir seg í viljanum at geva seg yvir, óansæð hvat. Tað er júst tað, sum hjúnalagið er eitt tekin um,” sigur hann, og heldur fram:
“Jesus vísti okkum, at kærleiki er ein treytaleys yvirgeving – har hann trein inn í okkara heim við øllum, sum hann er og eigur – hóast hann væl visti, at vit fóru at svíkja hann, forsøma hann og vísa honum burtur. Men soleiðis er kærleiki. Hann bindur okkum og fær okkum at eygu okkara á hann ið vit elska – ikki á allar avleiðingarnar.”
Keldur: