Peruarar við bryggju í Hvalvík: Fegnir fyri bílig klæðir

Í vikuni var sjómanstrúboðarin umborð á frystitrolaranum “Ran”, sum liggur í Hvalvík og ger klárt at fara á Flemish Cap at fiska.

Umborð hitti hann Pedro, Antonio og Roberto frá Peru, sum hava siglt við Ran í áravís. Teir skuldu heim fyrsta dagin og ynsktu at keypa onkur klæði til familjurnar, onkur bílig klæðir, um tað var gjørligt. Prátið kom tá millum annað inn á endurnýtsluhandlarnar hjá Bláa Krossi í Runavík og í Havn.

Teir vóru áhugaðir fyri einum biltúri út í Runavík. Har keyptu teir ymiskt og vóru fegnir fyri túrin. Teir søgdu eisini, at komu teir aftur til Føroya, ja, so komu teir innaftur í handilin, tí klæðini vóru bæði góð og bílig.

Damurnar í handlinum tann dagin, tær vóru úr Rituvík, søgdu, at nógv útlendsk sjófólk høvdu verið í handlinum tann dagin. Tá russisk skip liggja við bryggju í Runavík, eru sum oftast fleiri av manningunum inni í handlinum og keypa okkurt til sín sjálvs ella til familjuna heima.

LES EISINI  Blákrossfelagið á Glvyrum hátíðarheldur 40 ára dagin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina