Aftur til forsíðu

Peter Maiden – Samrøða í Iktus hesa vikuna

Peter Maiden – Samrøða í Iktus hesa vikuna

Týsdagin 14. juli komu deyðsboðini av Peter Maiden, fyrrverandi altjóða leiðari í OM (Operation Mobilisation). Á heysti í fjørð fekk hann staðfest ógrøðandi kreft, og seinasta týsdag tók Harrin tænara sín heim í dýrdina. Hann náddi bert 72 ára aldur.

Peter Maiden var Onglendingur. Føddur í norðurenska býnum Carlisle í apríl 1948, har hann vaks upp.

Vitjaði í Føroyum

Hann og konan Win vitjaðu í Føroyum í november 2012, har hann m.a. hevði fleiri seminar í hølunum hjá Dansifrøði í Gundadali í Havn. Hesi seminar vóru væl vitjað. Peter Maiden og Win fingu trý børn, sum hava signað tey við 10 ommu- og abbabørnum.

Samrøða endursend

Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS hevði samrøðu við Peter Maiden, tá hann vitjaði í 2012. Leiðslan í IKTUS hevur avgjørt at endursenda samrøðuna í hesi vikuni. Tað er Poul Jóhan Djurhuus, sum er vertur. Samrøðan verður tulkað til føroyskt. Vit ynskja, at Peter Maiden, hóast ikki við okkum meira, enn einaferð kann verða til signing og inspiratión.

LES EISINI  Skuldu til Ísraels, komu til Føroyar

Samrøðan verður hesar tíðir:

– mánadagin 20. juli kl.11:00 – kl.16:00 – kl.21:00 og náttina til

týsdagin kl.02:00

– leygardagin 25. juli kl.11:00 – kl.16:00 – kl.21:00 og náttina

til sunnudagin kl.02:00

Undanfarna grein

Andakt til tey gomlu 15

Les grein

Kina: Innlit um størstu endurveking í søguni

Les grein
Næsta grein
A+