Podas: ein spennandi kristin skúli, sum nú verður á netinum!

Hevur tú áhuga í at læra um alt tað grundleggjandi í kristnu trúnni, um Gud og frelsuna, Jesus og Heilaga Andan? So er Podas heilt víst nakað fyri teg!

Podas fyri øll er fyri øll, ið eru frá 14 ára aldri.

Undirvísingin er deild upp í trý, har tú sum luttakari fært fyrilestrar, skriftligt samskifti á netinum og samtalur umvegis Zoom.

Skeiðið byrjar 22. september og er í tríggjar mánaðar. Samtalurnar verða hvønn týsdag klokkan 17.00 til 19.00. Derhard Jógvansson, sóknarprestur er floksleiðari og fer eisini at undirvísa á skeiðinum.

 

Tilmelding krevst

Tú meldar teg til skeiðið við at senda teldupost til Ásbjørn Jacobsen, asbjorn@podas.fo. Minst til at upplýsa fult navn, bústað, føðingardag, fartelefonnummar og teldupostadresssu. Skeiðið kostar 750 krónur fyri einstaklingar og 1000 krónur fyri pør, tá fært tú eisini bøkur og annað.

Men skunda tær, tí tilmeldingarfreistin er longu 15. september 2020.

LES EISINI  Stórt ungdómsmøti í Miðvági
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina