Podas hevur ársfund í komandi viku

Týskvøldið 24. november klokkan 17.00 – 20.00 verður ársfundurin hjá Podas.

Øll, sum eru lesandi í Podas og hava verið lesandi gjøgnum árini eru hjartaliga vælkomin. Eisini eru øll, sum varða av PODAS, undirvísa og eru áhugað í arbeiði okkara hjartaliga vælkomin!

Á skránni er millum annað ein fyrilestur við Silas Olofson um evnið: “Lærusveinaskapur og útimissión”, ársfrágreiðing og framtíðarætlanir fyri PODAS og ein framløga av roknskapinum fyri 2019-2020.

Øll, sum luttaka fáa smyrjibreyð við góðum viðskera og te/kaffi við smákøkum aftaná.

Luttøkugjaldið er 100 krónur fyri hvønn og seinasta freist at melda seg til ársfundin er sunnudagin 22. november.

Landsnevndin gleðir seg at síggja tykkum øll til ein áhugaverdan og hugnaligan ársfund.

Sí hvussu tú meldar teg til her: Podas.fo

Ársfundurin verður hildin samsvarandi almennu koronuleiðreglunum.

LES EISINI  Ein hugnalig løta
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina