PODAS hevur landsstevnu

So er tíðin aftur komin, at lærusveinaskúlin PODAS hevur landsstevnu. Nógv ymiskt verður á skránni hetta kvøldið, har tú kanst gleða teg til hoyra meira um, hvussu gongur við PODAS. Alfred Olsen talar um evnið: Nehemia á okkara døgum, og Eilin og Eyðun Andreasen hava lovað at greiða frá, hvussu Gud er góður í viðgongd og mótgongd. Manskórið í Tabor í Fuglafirði syngur nakrar sangir.

Og so verður eisini tíð til eina góða máltíð, hugna og prát við vinir og kenningar. Tilber at melda seg til landsstevnuna á www.podas.fo. Á somu síðu ber til at lesa meira um PODAS, og hvussu man kann stuðla arbeiðnum ella tekna seg til eitt av komandi PODAS skeiðunum.

Landsstevnan verður í Gøtu kirkju týskvøldið 25. oktobur 2022 kl. 18.30

LES EISINI  Tíðindaskriv: Tilmeldingin til PODAS er byrjað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina