Podas hevur styrkt meg í trúnni og í trúarlívinum

-Vit eru tríggir leiðarar og níggju næmingar; so tað er sera hugaligt. Vit eru bæði kvinnur og menn og í ymiskum aldri; so tað er ein góður og vælvirkandi bólkur.- Tað sigur Ove Heinesen, sum saman við Annu Jacobsen og Kartin Høgnesen leiða bólkin hjá Podas 1 í Leirvík.

-Vit hava verið saman tríggjar ferðir, har Sverri Steinhólm hevur gjøgnumgingið tey 10 boðini. Í kvøld høvdu vit so um lógina og evangeliið, og undirvísingin hevur verið sera góð. Podasundirvísingin er fjølbroytt og góð, og henni havi eg notið gott av, tí eg havi tikið trý Podasskeið,- sigur hann.

-Podasundirvísingin hevur havt stóran týdning fyri meg. Hon hevur styrkt meg bæði í trúnni og í trúarlívinum; so eg gleði meg til hvørt mánakvøld, tá Podas er. Hóast vit eru trý, sum leiða, so hava vit øll møtt hvørt kvøld, so tað er deiligt. Eg vil viðmæla øllum at royna Podas lærusveinaskúlan,- sigur Ove Heinesen.