Podas sett skrivara

1. januar byrjaði Ásbjørn Jacobsen í parttíðarstarvi sum skrivari í Podas Ekklesias, skrivar Podas í tíðindaskrivi. Podas, sum er ein føroyskur, kirkjuligur lærusveinaskúli, byrjaði sítt virksemi her á landi í 2008.

Hesi árini hevur Podas skipað fyri undirvísing um alt landið. Hundraðtals kvinnur og menn í øllum aldri hava gingið á hesum skúla. Endamálið er at hjálpa tí einstaka at vaksa í kristiligum lívi og tænastu. Kirkjan er einki uttan kirkjufólkið; tí er tað neyðugt, at hin einstaki lærir Gud at kenna og fær hjálp at liva tað kristiliga lívið. At elska Gud og at elska næstan er kristindómsins mál og mið.

Podas Ekklesias er grikskt. Podas merkir “føtur”, og Ekklesias “kirkju”. Í kirkjuni er tað týdningarmikið at sita við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur.

Ásbjørn Jacobsen hevur nógv ára royndir í leiðslu frá Kirkjuligu Heimamissiónini, Bláa Krossi og Føroyska Bíbliufelagnum, har hann hevur verið aðalskrivari í øllum felagsskapunum. Eisini hevur hann verið virkin í KFUM-skótunum í Føroyum. Ásbjørn er leirvíkingur, útbúgvin elektrikari og giftur við Óluvu.

LES EISINI  Lærusveinaskúlin PODAS við enn fleiri tilboðum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina