Podas skipar fyri ársfundi á fyrsta sinni

Fyri einum ári síðani varð lærusveinaskúlin Podas Ekklesias skipaður við nevnd og viðtøkum, aftan á at fleiri hundrað fólk høvdu gingið á hesum serstaka kvøldskúlanum síðani 2008. Nýggju viðtøkurnar áseta ein ársfundin, og tann fyrsti verður 11. desember.

Mikudagin 11. desember klokkan 17 skipar Podas fyri ársfundi. Fyrsti ársfundurin hjá lærusveinaskúlanum verður í kirkjukjallaranum í Gøtu kirkju.

Ársfundurin er almennur, og øll, sum eru ella hava verið lesandi í Podas, eru hjartaliga vælkomin, eins og øll, ið varða av Podas, undirvísa ella eru áhugað í arbeiðnum hjá Podas.

Frágreiðing um Open Doors

Umframt alt tað formliga, sum hoyrir einum ársfundi til, so sum ársfrágreiðing, framløga av roknskapinum fyri 2018-2019 og framtíðarætlanir, verður ein frágreiðing um arbeiðið, sum altjóða felagsskapurin Open Doors ger fyri atsøkt kristin um heimin. Rói Norðoy, leiðari fyri Open Doors í Føroyum og samkomuleiðari í Karis í Klaksvík, sigur frá.

Til matna verður smurt breyð við góðum viðskera og kaffi og smákøkur omaná.

LES EISINI  PODAS hevur landsstevnu

Neyðugt er tekna seg í seinasta lagi 9. desember, og tað verður gjørt við at senda sms til Barbaru Hannudóttir Jensen, kunningarfólk hjá Podas, á telefon 266355 ella við telduposti til hannudottir@olivant.fo. Kostnaður er 100 krónur fyri hvønn, ið verður at flyta til kontu 6460-564.659.8 í BankNordik.

Rótfestur lærusveinakvøldskúli

Seinastu 11 árini hava hundraðtals fólk í øllum aldri um alt landið gingið á Podas eitt gerandiskvøld um vikuna vetrarhálvárið. Bergur D. Joensen, prestur, setti lærusveinaskúlan í verk og hevur verið primus motor øll árini. Endamálið er “at byggja upp kristnu kirkjuna um allan heim við at gera Jesusi lærusveinar, sum fylgja og tæna honum, inntil hann kemur, og at byrja heima.”

Tað var 16. september 2008, at Podas varð stovnað í Vesturkirkjuni í Havn, og fyrsta veturin vóru tveir flokkar, ein í Havn og ein í Leirvík. Síðan er undirvísingin ment til fleiri árgangir, og flokkar hava verið um alt landið og eisini í Danmark.

LES EISINI  Podas: ein spennandi kristin skúli, sum nú verður á netinum!

22. september í fjør varð hátíðarhildið, at Podas hevði tíggju ár á baki, og sama dag vórðu viðtøkurnar undirskrivaðar á fundi í Vesturkirkjuni. Nevndin er skipað við tveimum umboðum úr Fólkakirkjuni, annað ein prestur og hitt ein kirkjuráðslimir, Kirkjuliga Heimamissiónin velur trý umboð, Kirkjuliga Missiónsfelagið eitt, fríkirkjan Oasan í Hoyvík eitt, Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm eitt, Blái Krossur Føroya eitt og Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn eitt. Harumframt velja floksleiðararnir í PODAS trý umboð. Tilsamans hevur nevndin 13 umboð, og tey ið manna nevndina, eru Bergur D. Joensen, formaður, Sverri Steinhólm, næstformaður, Atli Rasmussen, skrivari, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Andrias Magnussen, Jákup Erlingsson Petersen, Jógvan Steintún, Ragnhard Petersen, Petur Jákup (Dakko) Petersen, Heðin Arge, Derhard Jógvansson, Randi Joensen og Barbara Hannudóttir Jensen. Harumframt er Kristian á Reynatrøð kassameistari.

22. september í fjør vórðu viðtøkurnar undirskrivaðar á fundi í Vesturkirkjuni

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina