PODAS: Tilmeldingarfreistin er longd nakrar dagar
Tey flestu skeiðini byrja longu í næstu viku (viku 37). Tilmeldingarfreistin er 5. septembur; men vit hava longt freistina nakrar dagar til 10. septembur. Enn er pláss á øllum skeiðunum.
Hetta er 15. árið á rað farið verður undir nýggjar Podas flokkar um landið.
PODAS Ekklesias er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur lærusveinaskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.
Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá oktober til apríl. Frálæran byrjar ein av fyrstu døgunum. Enn er tíð og pláss at tekna seg til skeiðini.
- TÓRSHAVN, PODAS 1: Mikudag frá kl. 17.30 – 19.30. Byrjar 20.09.2023. Les meira…
- GØTUGJÓGV, PODAS 1: Hósdag frá kl. 19.00 – 21.00. Byrjar 21.09.2023. Les meira…
- FUGLAFJØRÐUR, PODAS 2: Mánadag frá kl. 17.30 – 19.30. Byrjar 18.09.2023. Les meira…
- RITUVÍK, PODAS 2: Mikudag frá kl. 19.30 – 21.30. Byrjar 20.09.2023. Les meira…
- EIÐI, PODAS 3: Mikudag frá kl. 19.00-21.00. Byrjar 04.10.2023. Les meira…
- TOFTIR, PODAS 3: Mánadag frá kl. 17.00-19.00. Byrjar 02.10.2023. Les meira…
- KLAKSVÍK, PODAS 3: Týsdag frá kl. 19.30 – 21.30.. Byrjar 03.10-2023. Les meira…
- Broytingar kunnu koma fyri. Eisini við tíðunum.
- PODAS kann bjóða tær: Góða frálæru, viðkomandi tilfar, lívgandi felagsskap og gott samanhald. Ein íløga fyri lívið!
- Grundarlag: Bíblian og játtanargrundarlagið hjá Fólkakirkjuni.
- Visjón: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.
- Innihald: Jesu lærusveinur, kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.