Poddvarp: Ungur felagsskapur við víðfevndum arbeiði fyllir 3 ár

Í kvøld heldur missiónsfelagsskapurin Tæn Afrika 3 ára stovningardag. Hetta er ein føroyskur felagsskapur, sum er virkin í altjóða missión, men hóast unga aldurin eru tey við í nógvum verkætlanum í Etiopia og Suðurafrika. Vit hava tosað við Elisabeth Poulsen, ið stendur á odda fyri felagsskapinum, um virksemið.

Tæn Afrika leggur seg serliga eftir at hjálpa familjum og kvinnum, bæði tí kvinnur ofta eru ringast fyri, og tí at tú hjálpir børnunum, tá tú hjálpir mammunum. Eisini leggur felagsskapurin dent á, at ein partur av uppgávuni er at eggja føroyingum her heima til altjóða missión, tí vit hava øll fingið kallið.

3 ára dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum á Skála í kvøld (hóskvøldið 9. mai) kl. 20.00, har tveir gestir úr Etiopia eisini eru við og greiða frá.

Tæn Afrika hevur eina facebook-síðu, og møguleiki er at stuðla arbeiðnum á kontu í Betri Banka: 9181-499.447.9

 

LES EISINI  Átrúnaður í almenna rúminum 2. partur 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina