Pól Johannesen 50 ár

Í dag verður dámligi trúboðarin, Pól Johannesen, 50 ár.

Heimamissiónin ynskir Pól hjartaliga tillukku við stóra degnum og Guds ríku signing framyvir.

– Vit eru glað og takksom fyri at hava Pól í okkara starvsfólkahópi, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum samstundis ynskir Pól hjartaliga tillukku við degnum.

Pól hevur verið trúboðari hjá Heimamissiónini síðani 1998.

Dagurin verður hátíðarhildin í KFUM&K í Klaksvík.