PODAS-TOYMI TIL ÍSLANDS Í DAG
Í gjár, 2. páskadag, fór eitt PODAS-toymi við Norrønu til Íslands. Tey eru 8 fólk og skulu eftir ætlan vitja og virka á Eysturlandinum í 10 dagar.
Á ferðini skipar toymið fyri sangløtu og andakt umborð á Norrønu.
Komin til Íslands fara tey at vitja Eldrasambýlir, hava møtir í fleiri kirkjum har um vegir, bønarmøtir, vitja fólk v.m.
Umframt at vitja á Seydisfirði, vitja tey eisini Egilstaðir, Eskifjørður, Fáskrúðsfjørður, Vopnafjørður og Neskaupstaðir.
Alt hetta verður gjørt í góðum samstarvi við kirkjuna og prestarnar á staðnum.
Føroyingurin, Helgi Joensen, sum býr Íslandi, verður við á ferðini og tulkar tá ið tað er neyðugt.
PODAS hevur í fleiri ár skipa fyri toymisferðum til Íslands og hava tey verið sera væl móttikin.
Kelda: podas.fo