Aftur til forsíðu

Positivir trupulleikar.

Mynd: Freely photos

Positivir trupulleikar.

”Tann, sum dylur misgerðir sínar, fær onga eydnu, men tann, sum gongur við tær og letur av teim, skal finna miskunn.” (Orðt 28,13)

Ein dagin segði ein maður við meg: ”Tú arbeiðir við positivum trupulleikum!”

Kristindómin metti hann sum positivan, og tí vóru kristiligir spurningar og trupulleikar positivir.

Øll menniskju hava sínar ”trupulleikar”. Teir kunnu vera andaligir ella verðsligir, likamligir ella sálarligir.

Í einum føri eru vit tó øll í somu støðu. Øll menniskju hava ein stóran, felags, ræðuligan trupulleika! Syndina. Syndin skilur frá Gudi. Syndin elur fram Guds vreiði. Løgið, men vegna syndina er Gud vorðin ein trupulleiki fyri menniskju. Kendi trupulleikin hjá Lutheri var: ”Hvussu fái eg ein náðigan Gud?” Syndin skilur eisini menniskjuni frá hvørjum øðrum.

Størsta hóttanin móti heiminum og mannaættini er tí ikki dálking, jarðskjálvtar, turkur, pest ella atomkríggj – men syndin. Øll neyð í heiminum botnar í syndini. Ólýdni móti Gudi, sum jú er vantrúgv, er móðirin hjá øllum øðrum syndum.

LES EISINI  Kristi himmalferðardagur

Sátan tøldi Ádam og Evu til synd. Síðani tá eru øll menniskju fødd við einum syndigum hjarta, Róm 5,12. Arvasyndin verður hon vanliga rópt.

Arvasyndin og vantrúgvin seta menniskjað í hásætið í staðin fyri Gud. Vantrúgvin ger menniskjað gudleyst, tað vil siga leyst av Gudi og vilja hansara, sum er opinberaður í Bíbliuni. Tá má og skal alt enda í neyð og óføri.

Størsti trupulleikin er sostatt, at hjartað er syndugt og óreint frá føðingini av.

Tí sigur Jesus, at ”út frá hjartanum koma illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. Hetta er tað, sum ger menniskjuna óreina,” (Matt 15,19-20).

Frá Sátani og tí óreina mannahjartanum koma allir trupulleikar.

Gleðiboðskapurin er tann, at Jesus er sterkari enn bæði Sátan og syndin. Á Golgata vann hann sigur á teimum.

Ein og hvør, sum tí tekur ímóti Jesusi, trýr á hann og fylgir honum, fær samstundis mátt frá honum til at gerast eitt Guds barn og liva sum tað – hóast syndina, Jóh 1,12.

LES EISINI  Lykilin til ríkidømi.

Guds børn verða ikki syndafrí. Tí mugu tey dagliga biðja: ”Fyrigev mær syndir mínar, so sum eg eisini fyrigevi teimum, ímóti mær synda!”

Eigur tú syndanna fyrigeving, og livir tú dagliga í henni, so er tín størsti trupulleiki loystur. So eigur tú ein náðigan Gud.

Djúpt særda hjarta, sum lukkuna listi,

Jesus vil geva tær meir, enn tú misti;

statt ei ímóti hans kallandi frelsar´ rødd:

:,:Kemur tú ei brátt?:,:

Ms. 291

Undanfarna grein

Eg vendi mær til Jesus, og hann hjálpti mær

Les grein

Upplegg til bíbliubólk: At møta øðrum menniskjum 

Les grein
Næsta grein
A+