Prestur skrivar og tosar um trúgv og trúarverju

Nýggi sóknarpresturin í Eiðis prestagjaldi er ein djúphugsin maður. Jonhard Jógvansson hevur í fleiri ár lagt skrivaðar greinar, filmsbrot og poddkast út á heimasíðu sína apologia.dk, sum tí er vorðið eitt stórt savn av áhugaverdum tilfari.

Talan er bæði um uppbyggjandi greinar um ein ávísan bíbliutekst, um grundgevandi greinar, ið fara í dýpdina við einum ávísum trúarverjuevni, og annað.

Evni, ið viðgjørd verða, eru eitt nú: Er Gud til? Var Jesu uppreisn ein søgulig hending? Er Nýggja testamenti søguliga álítandi? Hvat er sannleiki? Trupulleikin við óndskapi. Og: Stuðlaði Paulus trælahaldi?

Tá kristin grundgeva sakliga fyri, hví tey trúgva, verja tey sína trúgv, og júst trúarverju hevur Jonhard gjørt nógv við seinastu árini. Í samrøðu við Trúboðan á páskum í fjør, greiddi Jonhard frá, at tað byrjaði við eini bók:

– Fyri umleið 10 árum síðan las eg “Defending your Faith” (“at verja sína trúgv”) eftir R. C. Sproul, sála. Sproul legði dent á, at tað er skynsamt at trúgva á Gud og á tað, sum Jesus segði og gjørdi. Tað var við til at kveikja mín áhuga fyri trúarverju. Men áhugin komst eisini av, at eg sjálvur hevði brúk fyri at kanna slíkar spurningar nærri, so sum: Er Gud til? Um Gud er góður, hví er so so nógvur óndskapur í heiminum? Er Nýggja testamenti søguliga álítandi? Og so framvegis. Og við tíðini er hesin áhugi bert vaksin.

LES EISINI  Jonhard Jógvansson: Trúarverja

Áhugin at lesa og skriva um trúarverju hevur skumpað undir Jonhard at fáa sær heimasíðuna apologia.dk. Grikska orðið apologia merkir verjutala ella at veita verju, og Pætur brúkar hetta orðið í fyrra brævi sínum 3,15: “… men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju (apologia) fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta”. Jonhard vísir á, at Bíblian sostatt eggjar okkum til trúarverju (ofta nevnt apologetik).

Jonhard Jógvansson

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina