Professari á DBI heldur fyrilestur

Mikukvøldið bjóðar Online Førleikamenning til fyrilestur. Professari í gamla testamenti í Dansk Bibel-institut og Fjellhaug International University College heldur fyrilesturin.

Í 2018 gav Jens Bruun Kofoed út bókina ’Før Darwin’. Bókin lýsir kjakmentanina millum tey, sum trúgva á skapan og tey, sum trúgva á menningarlæruna. Hetta verður eisini evnið á fyrilestrinum hja Jens Bruun Kofoed.

Bókin vísir á, hvussu tað oyðileggur kjakið um tosað verður yvirlegið og niðrandi og vandin er, at kristin oyðileggja egnu søk sína um tey orða seg ov harligt. Millum annað verður víst til kirkjufaðirin Augustin, sum skrivaði:
’Møta tey (vantrúgvandi) einum kristnum, sum hevur misskilt okkurt, tey sjálv vita nógv um, og hoyra hann halda fast við tápuligar meiningar um okkara bøkur, hvussu skulu tey tá trúgva somu bókum, tá tey tala um uppreisn frá deyðum, vón um ævigt lív og Guds ríki?’

Fyrilesturin er ókeypis. Tekna teg her.

Bókin ’Før Darwin’ fæst til keyps í bókhandlinum hjá Heimamissiónsforlagnum, Manna.fo
Bókin er á fjargoymslu í Danmark, og tí tekur tað longri tíð enn vanligt at fáa bókina senda.

LES EISINI  Spennandi fyrilestur til ársmøtið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina