Ráðsfundur í NIR í Bergen

Í vikuskiftinum 19.-21. august var ráðsfundur í NIR (Nordisk Indremissions Råd). Hesuferð var fundurin í Bergen í Norra. Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, var við á fundinum.

NIR er eitt samstarv millum allar indremissións rørslurnar í norðurlondum. Á fundinum hesuferð vóru umboð úr Íslandi, Føroyum, Danmark, Norra, Svøríki og Finlandi við.

Fleiri ymisk evni vórðu tikin upp á skeiðnum, m.a. hvussu vit skulu vera kristnir leiðarar í einum avkristnaðum samfelag og hvussu vit kunnu boða gleðiboðskapin í einum samfelag, har meirlutin ikki tekur undir við hesum. Undirvísarar á skeiðnum vóru Stefan Gustavsson og Espen Ottosen.

NIR er eisini eitt netverk, har leiðara í líknandi arbeiðsstøðum kunnu møtast og stuðla hvørjum øðrum og læra av hvørjum øðrum.

Umboð fyri NIMBU, sum er barna og ungdómsarbeiðið hjá NIR møttust eisini sama vikuskifti.

Tað er gott at fáa góðan íblástur og brúka tíð saman við norðurlendskum starvsfeløgum, sum standa í somu tænastu sum vit, sigur Andrias Magnussen at enda.

LES EISINI  Gev jólagávu til Kirkjuligu Heimamissiónina
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina