Ráðstevna fyri sunnudagsskúla- og juniorleiðarar

Aftur í ár verða allir sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar runt landið bodnir við til eina ráðstevnu í Løkshøll í Runavík, leygardagin 24. september, frá klokkan 9:30 til 16:00

Undirvísari verður Espen Andreas Hassle. Espen er sóknarprestur í Manglerud kirkju í Oslo í Noregi. Hann hevur fyrr verið dagligur leiðari fyri “Acta – børn og ung i Normisjon” í fimm og eitt hálvt ár og hevur arbeitt sum ungdómsráðgevi í Kirkerådet í norsku kirkjuni. Espen gleðir seg at koma til Føroya og vónar, at vit saman kunnu greina, hvussu gleðiboðskapurin framvegis kann vera ein viðkomandi kraft til frelsu fyri ung menniskju í dag.

Evni:

Tað sjálvstøðuga barnið. Avbjóðingar og møguleikar í barnagudfrøði og Barnarættindasáttmálanum.

Hvørji eru tey ungu í dag?

Hvussu bera vit fram gleðiboðskapin til tey ungu í dag?

Eisini verður bólkaprát og onkur praktisk verkstøð, ein kann velja seg inn á.

Sí meira her