Ræðandi tøl úr Nigeria

Nærum hvønn dag fær Open Doors frásøgnir um álop ella fólkarán í Nigeria. Harðskapur móti kristnum í Nigeria er vorðin so tíður og vanligur, at í miðal annanhvønn tíma verður ein nigeri myrdur fyri sína trúgv.

Tað merkir meira neyvt nærum 13 kristin hvønn dag, 372 um mánaðin og 4.650, sum bert umboðar tey tøl, vit hava skrásett frá 2021, har nógv als ikki verða fráboðað. Nú helmingurin av 2022 er farið afturum, er tað samlaða talið longu nú við at vera yvirhálað.

Frágreiðingarnar um harðskap í okkara landi er nú vorðin so vanligur, at vit sum fólk og einstaklingar eru vorðin harðhjartað og kensluleys yvirfyri menniskjum. Vit ørast av høgu tølunum og ógvisliga harðskapinum og gloyma sostatt ofta, at hvør einstakur pínslaváttur var ein sonur, ein dóttur, ein mamma, ein pápi ella ein elskaður vinur.

Vit tráleitaðu gjøgnum greinar, Facebook uppsløg, tíðindabrot og minnisorð eftir dátum og myndum fyri at kunna tykkum um 10 blóðvitni, ið nú eisini eru komin í ”høll teirra trúgvandi”, ið vit lesa um í Hebrearabrævinum og æra lív teirra. Tey umboða bert 10 út av tíggjutals túsundum kristnum nigerianarum, sum vórðu myrd vegna teirra avgerð at fylgja Jesusi eftir.

Tá tit lesa um hesar trúarvitni and luta teirra kveikjandi søgur, vinarliga steðga á eina løtu og hugsa um henda veruleikan og manglandi mannkærleikan og biðið um troyst, um styrki, um dirvi, um úthaldni, um vón.

Deborað Samuel, 19 ár, kristin lesandi á universiteti í Nigeria

Deborah Samuel
Deborah Samuel, dóttur, systur: Frammanfyri einum skelkaðum heimi gjørdist 19 ára gamla Deborah Samuel, eisini kend sum Deborah Yakubu, kanska mest kenda andlitið á atsóktum úr Nigeria. Hon varð steinað og eftirfylgjandi setti mannamúgvan, sum umfataði muslimsku floksfelagar hennara, eld á likam hennara fyri nøkur boð og viðmerkingar, sum byrjaðu í einum kjattrúmi, har hon varð spurd, hvussu hon kláraði próvtøkurnar. Hon svaraði: ”Jesus” og sýtti fyri at taka boðini aftur, tá muslimar í kjatt bólkinum bóðu hana um tað. Hon var dóttur Emmanuel Garba og Alheri Emmanuel, næstelsta av seks systkjum. Deborah las økonomi á næsta ári á Shehu Shagari College of Education í statinum Sokoto, eitt av teimum 12 økjunum, ið er undir muslimskari Sharia lóg.

Deborað vaks upp í Tungan Magajiya í Rijau, men hon hevði búð saman við sínum gubba, síðani hon gekk í fólkaskúlanum og nýtti vanliga navnið, Samuel. Foreldur Deborahs knýttu teirra vónir og dreymar fyri familju teirra til Deborah. Meðan hon gekk á universitetinum noyddust nøkur av systkjum hennara av vera heima, tí familjan hevði ikki ráð til at senda tey øll avstað á skúla samstundis. 19 ára gamla gentan var kend fyri at vera sera nærløgd og ágrýtin og skuldi verið liðug við lesnaðin skúlaárið 2023/2024.

Pápi Deborah, trygdarvørður, fór ta tungu ferðina til skúlan fyri at heinta deyðu dóttur sína heim og jarða hana í kristna kirkjugarðinum í býnum. Familjan hevur, eins og dóttur teirra, verið opin um trúgv teirra og at tey litu á Gud. Vegna familjuna segði pápin, ”Eg havi onki at siga, vit eru nívd og í svárari pínu um hetta, sum hent er, men vit hava latið tað alt upp til Guds.”

Sambært einum floksfelaga hjá Deborah, so vóru hennara seinastu orð her á fold til hennara álopsmenn hesi: ”Hvat vóna tit at fáa burtur úr hesum?”
Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina