Regn bjargaði presti …

Ein bandaleiðari í Kolombia hótti at drepa ein prest, ið sýtti at geva seg yvirfyri krøvum harkaliðsins. Eitt brádliga íkomið glopraregn mitt í turkitíðini gjørdist bjargingin fyri prestin.

Tað kann vera lívshættisligt at vera prestur í pørtum av suður- og Miðamerika, har kriminellir bólkar sita á valdinum. Bæði í Kolombia og í Mexico- eru  óteljandi prestar dripnir í fleiri áratíggju, tí teir sýttu fyri at boyggja seg fyri krøvunum.

Hvussu sterkt eitt trýst prestarnir verða útsetti fyri, vísir Open Doors analytikari, Stefan da Silva* við at siga frá um ein prest, ið hevði sagt ja til at taka við sum prestur í einum fjallalendi í Kolombia, sum hevur verið uttan prest hesi seinastu 3 árini. Eingin vildi  hava starvið, tí tann fyrrverandi presturin var vorðin skotin av einum staðbundum bandaleiðara:

”Bert fáar tímar eftir, at presturin var komin til staðið, varð hann eisini leitaður upp av leiðaranum, ið fór heilt fram fyri hann og segði: ”Tað var eg, sum drap tín undanmann. Eg havi eini boð til tín. Um tú samstarvar við okkum og viðukennir okkara vald og henda býin, so er alt í lagi. Men um tú ikki ert lýðin, so taki eg teg av døgum. Minst til, hetta er ikki eini tóm boð; eg drap tín undanmann. Og vit hava forrestin tørv á tíni kirkju til eina samling seinni hesa vikuna – í tínari kirkju mitt í býnum er tað besta staðið hjá okkum at nýta.”                                                                                                                                                                                                  

Ger eftir boðum okkara ella verð dripin

”Presturin svaraði hampiligt og fólkaligt aftur: Takk fyri, at tú presenteraði teg sjálvan. Tú skalt vita, at eg sum nýggjur prestur her aftur ætli mær at fara at halda gudstænastur her, og tí skulu vit sjálvi nýta kirkjuna. So tíanverri, men tit kunnu ikki brúka hana til tykkara savningar.

Bandaleiðarin varð sjálvsagt ikki nøgdur við hetta svar, men fór frá prestinum aftur uttan at koma við fleiri hóttanum,” sigur Srefan da Silva.

Tveir mánaðir seinni vendi bandaleiðarin kortini aftur og kravdi, at prestur kom við í eina skrúðgongu, har moyggin Maria skuldi heiðrast. Hetta noktað presturin fyri, og greiddi frá, at hann ikki var katolikkur.

”Tá kom bandaleiðarin við einum kravboði:  Um tú ikki tekur lut í skrúðgonguni, so slái eg teg í hel. Enn vóru nakrar vikur til skrúðgonguna, og í allari hesari tíð stríddist prestur við, hvat hann nú skuldi gera. Brotsmenninir ætlaðu at ganga á odda í skruðgonguni, og um prestur fór við í skrúðgonguni, so vildu bygdafólkið fatað tað sum ein stuðul til brotsmannaliðið,” greiðir Stefan da Silva frá.

Glopraregn í turrtíð

Presturin spurdi konu sína, hvat hon ráddi honum at gera, og hon svaraði honum, at heldur vildi vera ein einkja aftaná ein, sum stóð fast á sína trúgv, enn at vera gift við einum ræðuskíti.

”Hetta mátti hann so tyggja nakað upp á, men kom so fram til, at tað jú ikki var hon, sum skuldi drepast, so hann mátti altso sjálvur taka avgerðina,” sigur Stefan da Silva.

Tá morgunin fyri skrúðgonguna kom, bað presturin og kona hansara saman. Tey søgdu til Gud, at tey ikki fóru at gevast at biðja, fyrr enn hann hevði svarað teimum.

Í Kolombia eru tvær árstíðir, tá vit umrøða veðrið: Regntíð og turrtíð – og vóru nú mitt í turrtíðini. Men aftaná tveir tímar í bøn hoyrdu tey eina skramlan langt burturi. Og 10 min seinni aftur eina. Stutt seinni pøsti tað niður – stutt sagt, so pøsti tað niður allan dagin, og skrúðgongan varð avlýst. Slík regnveður mitt í turrtíðini, tað var aldri hent áður.

”Soleiðis kann lívið við Gudi í Kolombia eisini vera,” smílti Stefan da Silva.
*Navnið er broytt av trygdarávum
Open Doors

Biðið fyri Kolombia

  • Biðið fyri prestum, sum eru undir eini sera stórum trýsti frá narkoharkaliðum og geriljahermonnum
  • Biðið fyri børnum hjá kristnum leiðarum.
  • Biðið fyri kristnum úr uppruna stammum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina