Síðst í apríl vitjar nýggi leiðarin hjá Sat-7, Rita Elmounayer, Føroyar

28. apríl kl. 14 verður ein sera forkunnugur familjusunnudagsskúli í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er í sambandi við, at Rita Elmounayer, komandi stjóri hjá Sat-7, vitjar í Føroyum. Hon vitjaði eisini ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í 2016, tá sum leiðari fyri barnarásini Sat-7 Kids. Við henni á ferðini verður Kurt Johansen, aðalskrivari hjá Sat-7 í Europa og Asia.

Føroysk sunnudagsskúlabørn hava í fleiri ár stuðlað kristiligu sjónvarpsrásini Sat-7 Kids, sum sendir sjónvarp til børn í øllum Miðeystri og Norðurafrika. Flestu sunnudagsskúlar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hava bússur standandi, har børn og foreldur kunnu lata eitt oyra til Sat-7, og árliga verða um 100.000 krónur sendar til Sat-7. Eisini kemur annar stuðul, og Føroya Landsstýri hevur eisini latið menningarhjálp til Sat-7.

Føroyski stuðulin fer serliga til skúlaverkætlanina hjá Sat-7. Orsakað av krígnum í Sýria eru um 5.000 skúlar stongdir, og um 13 milliónir børn fáa onga skúlagongd. Hetta hevur fingið Sat-7 at seta á stovn skúlafrálæru gjøgnum sjónvarp, tí flestu børnini hava atgongd til ein sjónvarpsskíggja, eisini í flóttafólkalegum. Smærru børnini fáa frálæru í arabiskum, enskum og støddfrøði, og størri børn hava harumframt aðrar lærugreinar.

LES EISINI  Í Liljudali á missiónsferð: Hava ment okkum nógv sum lærusveinar

Føroyar eitt av fyrstu londunum

Tá Rita vitjaði Føroyar á vári 2016, segði hon, at hon kundi hugsað sær at koma aftur. Tá var hon leiðari fyri Sat-7 Kids. Nú hon í næstum verður stjóri fyri alt Sat-7, fer hon ikki at ferðast eins nógv longur, men hon vil fegin til Føroyar kortini. Ikki minst takkað verið føroysku sunnudagsskúlabørnunum, sum so dúgliga stuðlað Sat-7 Kids, verður Føroyar eitt av fyrstu londunum, nýggi leiðarin vitjar. Saman við henni kemur Kurt Johansen, sum hevur vitjað fleiri ferðir fyrr og sum í mong ár hevur verið aðalskrivari fyri Sat-7 í Europa og Asia.

Rita Elmounayer, frá apríl leiðari fyri øllum Sat-7, og Terry Ascott, stovnari og fráfarandi leiðari.

Nógv gjørt burturúr

Marjan Nielsen, fyrrverandi barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini, hevur sambandið við Sat-7 um hendi, og hon stendur á odda fyri at leggja vitjanina til rættis.

– Nógv verður gjørt burturúr stóra sunnudagsskúlanum í Nesvík 28. apríl. Ein høvuðspartur av skránni er, at Rita Elmounayer greiðir børnum og vaksnum frá arbeiðnum hjá Sat-7, serliga barnarásini Sat-7 Kids. Tulkað verður sjálvandi til føroyskt. Harumframt verður nógv ymiskt á skránni. Millum annað syngur eitt stórt barnakór, sett saman av fleiri barnakórum kring Føroyar, ein turkiskan barnasang, greiðir Marjan frá. (Niðanfyri syngur barnakórið í Tabor á Toftum sangin.)

Eisini verður ein smátta sett upp, sum skal minna um umstøðurnar hjá børnum í flóttafólkalegum í Sýria. Filmsbrot frá Sat-7 við føroyskari talu ella teksti verða víst, og ætlanin er eisini, at stóra felagskórið frá Sangfagnaðinum seinasta heyst syngur.

LES EISINI  Poddvarp: Ungur felagsskapur við víðfevndum arbeiði fyllir 3 ár

– Eftir sjálvan sunnudagsskúlan verður ein góður drekkamunnur. Eg vóni, at børn og foreldur og onnur úr øllum landinum koma til Nesvíkar henda dagin, tí hetta hendir ikki á hvørjum degi, sigur Marjan.

Marjan Nielsen stendur á odda fyri at leggja vitjanina til rættis.

Sat-7 er ein sólskinssøga

Sat-7 byrjaði at senda í 1996, og tað var bretski trúboðarin Terry Ascott, ið byrjaði arbeiðið. Tá hann varð tveittur út úr Egyptalandi, fór hann ístaðin undir at senda kristna boðskapin inn í landið gjøgnum sjónvarp.

Sat-7 hevur sum aðalmál at bera kristna boðskapin fram gjøgnum sjónvarp og at gera Guds kærleika sjónligan fyri børnum og vaksnum í Miðeystri og Norðurafrika.

Tað búgva 150 milliónir børn yngri enn 15 ár í økinum, og tey flestu hava møguleika at síggja Sat-7, har tey eru.

Men Sat-7 er ikki bara fyri børnini. Sent verður alt samdøgrið, alt árið, á heili trimum málum, arabiskum, turkiskum og farsi (persiskum), og álítandi kanningar vísa, at nógvar milliónir av fólkum hyggja eftir Sat-7.

LES EISINI  2020 bleiv árið, har hyggjaratalið á Sat7 rásunum, setti met

Tað er eisini serligt við Sat-7, at leiðslan er mannað av kristnum frá teimum mongu ymsu kirkjunum í økinum og ikki av vesturlendingum. Sum kunnugt eru spenningar í nógvum londum í økinum, og tað er ikki lætt at vera kristin har. Tí kennir leiðslan sjálv pínuna og avbjóðingarnar við at vera kristin í økinum, og hvussu boðskapurin verður móttikin. Eggjað verður ongantíð til hatur í sendingunum, og aðrir átrúnaðir verða ongantíð niðurgjørdir. Eisini nema sendingarnar við almannagagnligar spurningar, so sum mannarættindi, herundir rættindi hjá kvinnum, fyrigeving, frið og semju.

Niðanfyri er ein nýggjársheilsan (á enskum) frá Ritu Elmounayer og Terry Ascott, komandi og fráfarandi leiðarum fyri Sat-7.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina