Rivu tekjuna av

Jesus gjørdi mong undur, tá hann gekk um her á foldum. Serliga grøddi hann mong menniskju frá sjúkum teirra.

Hans Kristian Justesen skrivar:

Í Markus 2,1-12 lesa vit um einaferð, tá Jesus grøðir ein giktsjúkan mann. Eitt serligt við júst hesari grøðingini var, at Markus sigur okkum fleiri praktiskar upplýsingar enn vanligt um sjálva grøðingina.

Vit lesa: “Og mong komu saman, so at tey ikki rúmaðust longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar, og hann talaði orðið til teirra. Og teir koma til hansara berandi við einum giktsjúkum manni, sum varð borin av fýra; og tá ið teir ikki kundu koma nær til hansara fyri mannfjøldini, rivu teir tekjuna av, har sum hann var, og brutu hol á og lótu seingina, sum hin giktsjúki lá í, síga niður. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: “Sonur mín, syndir tínar eru tær fyrigivnar!” …og seinni… “Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!”

At fýra menn koma berandi við einum giktsjúkum manni og síðani vísa eitt slíkt ágrýtni og vilja fyri at fáa henda sjúka fram til Jesus, man undra sjálvt Markus. Onkur av okkum hevur møguliga hug at taka synd í tí, sum átti takið, og hugsa, um tað nú var neyðugt at gera so nógv burturúr, fyri at koma fram til Jesus! Kundu tey ikki klára seg við minni?

LES EISINI  At trúgva við hjartanum og játta við munninum

Tað kann væl vera. Men er tað ikki mangan so, at tað skal lítið til fyri at forða okkum í at koma til Jesus?

Hesir fýra menninir kunnu læra okkum nógv. Teir trúðu, at Jesus var mentur at hjálpa tí sjúka manninum. Tá hesir fýra komu gangandi við tí sjúka ímóti húsunum, sóu teir sjálvandi eisini allan riðilin av fólki, sum stóð uttanfyri. Longu tá er onkur av teimum møguliga so smátt farin at missa mótið, men teir stóðu saman og hildu fram, líka til tann sjúki lá beint framman fyri føturnar á Jesusi.

Hesir fýra menninir læra okkum, at saman standa vit sterkari. Saman í bønini, saman í sorgini, saman í gleðini. Tað var óivað tungt, men teir góvu ikki upp. Jesus sá trúgv teirra!

“Tí at, hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra” (Matt 18,20).

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 7/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina