Rokan í Nesvík

Nógv hendir í Nesvík í hesum døgum.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera fyrrverandi íbúðina til kaffistovu. Hóast hetta leingi hevur verið ætlanin, hevur eingin tíðarfreist verið ásett.

Tá háskúlin bleiv settur á stovn, skuldi núverandi kaffistova gerst skrivstova hjá skúlastjóranum, og tí bleiv skundað undir at fáa nýggju kaffistovuna lidna. Mánadagin var innflytingarveitsla, hóast, sum tað sæst á myndunum omanfyri, alt ikki er liðugt enn. So nú er klárt hjá Olgu Magnussen, skúlastjóra, at flyta inn í loftstovuna, sum fer at verða skrivstova hjá henni.

Men tað er ikki bara innandura at broytingar henda, tí arbeiðið at leggja fipurnet til Nesvíkar er byrjað. Tað verða serliga miðlafólkini, ið arbeiða við films upptøkum og líknandi, sum fara at fáa størst gagn av hesum. Í løtuni kann tað taka upp til fleiri tímar at leggja eitt video út í samband við Trúboðan tí at ferðin til hetta (upploadið) er so sein.

LES EISINI  Í ár verður ársmøtið í Nesvík 27. og 28. mars!

So samanum tikið er nógv at gleðast um, og vónandi fara vit øll, sum frá líður, at fáa gagn av hesum broytingum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina