Roshanak úr Iran

Roshanak í Iran hoyrdi á fyrsta sinni um Jesus í persisku sendingini, SAT-7 PARS, Golden Advice: Jungle of Golpand, ið er ein persisk barnasending, ið ber fram kristnan boðskap, spøl og sangir. Hon elskaði vertinnuna, Maryam, og tá Maryam kom við Church4Kids, ein lærusveina verkætlan borin fram á Instagram, tá gjørdi hon av sjálv at taka lut.

Roshanak segði við Maryam: "Eg elskaði teg, tá tú vart á. Tá eg sá teg og tosaði við teg, gjørdist eg glað. So varnaðist eg, hvussu nógv tit tosaðu um Jesus og hvussu góður og blíður, Hann er. Eg forelskaði meg í Jesusi Kristi, og frá teirri løtu leit eg fult og heilt á Hann.”      

Roshanak greiddi frá, at hon nakrar dagar aftaná hesa ásannan frímóðiga segði mammu síni frá, at hon ynskti at verða kristin. Ovfarin gjørdist hon, tá ið mamman svaraði: “Eg havi veruliga lagt til merkis teirra(tey kristnu) blíðskap og vinasemi, og hvussu Maryam tosar eymt og blítt til børnini, og eisini eg eri vorðin góð við Jesus. So latum okkum gerast kristnar saman báðar.” So mamma mín kom til trúgv á Jesus Kristus, og vit gjørdust báðar kristnar.” 

Síðan hon gjørdist trúgvandi, hevur Roshanak hildið fram við at taka lut í Church4Kids og hevur verið kelda til ugga og kveikjan hjá øðrum. “Vit mugu ikki vera óttafull, tí vit hava já Gud. Vit hava Jesus Kristus og okkara himmalska Faðir. Eins og ørindi okkara fyri í dag úr Josva 1,9 ljóðar: “... Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!«” Satt er, at hvar enn vit eru stødd og sama hvørjir trupulleikar, vit standa í, so er Gud altíð við okkum."
Kelda: SAT-7
"Eg forelskaði meg í Jesusi Kristi"
Roshanak
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina