Roynslan styrkir trúnna

…roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð” (Ják 1,3).

Ein kristin maður, sum hevði møtt nógvari roynslu í lívinum, tók soleiðis til:

”Stór er tann trúgv, sum kann flyta fjøll.

Størri er tó tann trúgv sum yvirlivir, tá fjøllini verða standandi”!

Persónslýsingarnar í bíbliuni eru ikki bara av menniskjum, sum altíð upplivdu, at Gud beindi allar vanda av vegnum, at hann altíð ”flutti fjøll”, altíð slættaði sjógvin, altíð grøddi hvørja sjúku, altíð svaraði bønunum, so sum tann biðjandi ynskti….

Bíblian gevur onga glansimynd av Guds fólki. Heldur tvørturímóti.

Flestu persónslýsingarnar vísa okkum, hvussu syndug og veik menniskju komu til Guds við synd og neyð síni – og fingu bæði náði, hjálp og kraft í røttum tíma.

Hóast bíblian greiðir frá Guds náði og háttum at hjálpa uppá, fyri fleiri túsund árum síðani, so er hann tann sami í dag og hjálp hansara líka verulig enn.

At hjálpa á rættan hátt og í rættum tíma, er Gud serkønur í.

LES EISINI  Frágreiðing frá kristnum í Ukraina

Hann elskar at hjálpa. Hann bæði kann og vil gera tað.

Hann ger tað, tó á sín hátt og í sínum tíma.

Arbeiðshættur hansara er ikki altíð tann, sum vit ynsktu og bóðu um.

Løtan, hann veitti hjálp sína, kom kanska seinni, enn vit høvdu vónað og biðið um.

Ov seinur er hann tó ongantíð.

At Gud letur børn síni uppliva roynslur, er ikki fyri at pína tey, men fyri at royna úthaldni teirra og harvið styrkja trúgv teirra. Við roynsluni ynskir Gud at knýta menniskju tættari og fastari at sær. Roynslan er venjing, sum skal geva styrki og treystleika í trúarlívinum – og hon virkar tolmóð.

Roynslan kann virka hørð og meiningsleys í tí løtu, hon leikar mest á.

Aftaná veitir hon gleði og eina roynda trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið.

”Góðu systkin. Tá ið tit hava ymsar trupulleikar og roynslur, skulu tit bara gleðast um tað, tí at tit vita, at tá ið trúgvin verður roynd, verða tit sterkari og meiri úthaldandi í trúnni” (Ják 1,2-3).(Nýggi Sáttmálin)

LES EISINI  Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg

Mitt í roynslunum, kann tað tykjast, sum um Gud hevur gloymt teg. So er ikki.

Hann hoyrir og skilur øll neyðarróp tíni, um eingin annar ger tað.

Hansara móttakari er altíð innstillaður uppá tína bylgjulongd, títt SOS-róp.

Ein hevur sagt tað soleiðis:

”Guds hond er so stór, at tú ikki altíð hevur yvirlit yvir, at tú ert í henni”

Handan tær tyngjandi gátur

og gerandis ørandi spæl

er ein, ið øllum man ráða,

hann vil hvørjum mansbarni væl.

Ms.534

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina