Rúm fyri Jesusi
Jólahugleiðingar eftir Aril Edvardsen.
Jørðin hevur havt vitjan. Ikki frá einari aðrari gongustjørnu, men úr sjálvum himli. Gud gjørdist menniskja. Gud varð opinberaður í mannalíki og kom at luta kor okkara og at loysa okkum frá okkara tungu byrðum. Hetta er jólanna boðskapur.
Rúm fyri Gudi í hjørtum okkara
Soleiðis sum vit ofta ikki hava rúm fyri Gudi í hjarta okkara og í okkara skundmikla lívi, soleiðis var støðan, tá ið sonur Guds varð føddur í Betlehem fyrstu jólanátt. Bíblian sigur: “Ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.”
Í dag kemur hann til okkara í okkara nýmótans tíð og vil búgva í hjarta okkara við kærleika sínum, frelsu og syndafyrigeving. Hann biður um rúm og sigur: “Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.” Opb. 3,20.
Men menniskjan er vissuliga ikki broytt nakað serligt síðani fyrstu jólanátt. Jesus hevur enn trupulleikar at fáa rúm í lívi okkara av somu orsøkum sum hjá fólkunum í Betlehem ta ferðina.
Fyrstu jólini sum jólini í ár?
- 1. Familjuveitsla.
Fyrstu jólini í Betlehem vóru ein familju- og ættarveitsla. Av tí at Augustus keisari hevði givið boð um, at øll skuldu lata seg skriva í manntal í síni fedranna bygd, fyltist Betlehem við ættarfólki og vinum, sum komu á vitjan, øll, sum vóru av ætt Dávids.
Har gjørdist gleði at síggja tey øll aftur, og har vórðu familjuveitslur runt um í húsunum. Men tey gloymdu Jesus. Tey høvdu einki rúm fyri honum. Jólini í ár eru eisini ein familjuveitsla. - 2. Handilstíð.
Av tí at býurin fyltist við ferðafólki, varð handlað og keypt meir enn nakrantíð hesa fyrstu jólatíð. Men mitt í øllum strevinum við keypi og sølu, skiltu fólk ikki tað, sum hevði størstan týdning: Ein frelsari var føddur. Jólini í ár eru eisini ein slík handilstíð. - 3. Úr at gera.
Fyrstu jólini í Betlehem gjørdust ein tíð, har fólk høvdu úr at gera. Av tí at tað komu so nógvir gestir, mátti gerast reint og pyntast, fyri ikki at tala um alla bakingina og matgerðina.
Men mitt í allari stákanini, druknaðu tíðindini um Jesu føðing. Jólini í ár hava eisini eina slíka fyrireikingartíð, har fólk hava úr at gera. - 4. Skriftlestur uttan gerning. Tey fyrstu jólini lósu teir skriftlærdu tær Heilagu Skriftirnar; men teir gjørdu ikki eftir tí, sum teir lósu. Tað var bara teori og seremoni fyri teir.
Tá ið vísmenninir komu til Jerusalems og spurdu, hvar Messias var føddur, kundu teir skriftlærdu straks lesa upp úr Skriftunum og siga: Messias verður borin í heim í Betlehem, tí, hoyrið, hvat ið Mika profetur sigur! So lósu teir upp úr teimum Heilagu Skriftunum, men gjørdu annars einki burtur úr tí.
Tað vóru bara vísmenninir, sum gjørdu nakað. Teir fóru til gongu til Betlehems, leitaðu eftir Jesusi og fullu niður og tilbóðu hann. Soleiðis, sum tey lósu úr Skriftunum tá, soleiðis fara vit at hoyra, hvussu tað verður lisið upp úr Bíblinuni eisini í ár. Skal tað bara verða teori og seremoniir fyri okkum?
Guds børn
Bøn mín er, at jólini í ár gerast øðrvísi fyri flestum okkara, enn fyrstu jólini vóru fyri fólkið í Betlehem. Tá ið vit geva Jesusi rúm í lívi okkara, leiðir hann okkum øll inn í harmoni við Gud og okkum sjálv og ger okkum til Guds børn.
“Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” Jóh. 1,10-12.
Effie Campbell umsetti.