Russar royna at gera Kherson russiskan
Russar royna at gera Kherson russiskan, men tey lokalu stríðast ímóti. Kherson er ein tann mest týðandi havnarbýurin í Ukraina í syðra parti av landinum. Býurin er umleið somu stødd sum Aarhus og liggur í ósanum á Dnepr-ánni, ið rennur út í Svartahavið. Í dag veittra russisk fløgg á almennu bygningunum í býnum.
Broytingar
Kherson var ein tann fyrsti størri býurin, ið fall eftir innrásina og hevur Russland havt tamarhald á býnum síðan mars og hetta seinasta hálva árið er nógv broytt í býnum. Miðskeiðis í juni mánaði gjørdist tað møguligt at fáa hendur á russiskum passi. Russiska gjaldoyra rubilin er settur í gildi sum rætta gjaldoyra í býnum.
Ein russisk hernaðarfyrisiting hevur hendan seinasta mánaðin útflýggjað meira enn 10.000 russisk pass til íbúgvar í ukrainska býnum, Kherson. Hetta sigur varaovastin í russisku hernaðarfyrisitingini í býnum, Ekaterina Gubareva sambært russisku tíðindastovuni, Tass.
Vanliga internetsambandið er vorðið kvett av og netið er nú lagt undir somu avmarkandi treytir sum netið er í Russlandi, sambært Kristelig Dagblad.
Tosað verður nú eisini um, at russiska hernaðarliga fyrisitingin komandi tíðina skal fremja eina fólkaatkvøðu um, hvørt Kherson skal limast inn í Russland ella ikki.
Ukraina fanst hvassliga at russiska forsetanum, Putin fyri at hava framt eina lóg, ið ger tað lættari at útflýggja russisk pass til íbúgvar í hersettum ukrainskum býum. Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba skírdi tað enn eitt inntriv móti sjálvræði Ukrainas í stríð við altjóða rætt.
Matvøruhandlarnir í býnum hava nú fingið russisk skelti, hóast nøvnini innan enn eru á ukrainskum máli. Ongar ukrainskar vørur eru longur á hillunum og prísirnir hava verið alsamt vaksandi í longri tíð. Bert verður tikið ímóti russiskum rublum, tá gjaldast skal fyri vørurnar og vápnaðir russiskir hermenn standa við kassarnar og eygleiða gongdina.
Runt um í býnum hanga nú plakatir við áskriftini, ”Kherson hevur altíð verið ein russiskur býur”.
”Teir komu bara og búsettu seg í miðdeplinum av býnum og skaptu teirra egna heim og hildu so bara, at fólkið her fór at góðtaka tað,” sigur ein staðbundin ukrainsk kvinna, sambært TV2 Men hon og onnur, tíðindastovan hevur tosað við siga, at tey nokta at geva seg fyri russiska áganginum. Av trygdarávum verða nøvnini ikki endurgivin.
Trupult at rýma
Kherson, ið er ein sera týðandi havnarbýur í syðra partinum av Ukraina, eystanfyri Odessa. Sambært ukrainska borgarstjóranum í býnum, Ihor Kolykhajev, vóru millum 120-130.000 Kherson-íbúgvar rýmdir úr býnum í endanum av mai, sum svarar til nærum helmingurin av samlaðu íbúgvunum í býnum. Ein mánað seinni varð hann handtikin av russisku trygdardeildunum, tí hann noktaði at gera eftir russisku boðunum. Í dag er tað sera trupult at sleppa sær til rýmingar úr býnum vegna langar bíðirøðir av fólki, íð bíða eftir at vera flutt úr býnum av ukrainsku myndugleikunum
Tað ber eisini til at nýta privatar bilførarar, men tað er sera kostnaðarmikið og peningur er trupul at útvega, tí ongin banki í Kherson er longur í rakstri. Og skjótt verður tað helst enn truplari at rýma, um so er at ætlaða fólkaatkvøðan verður hildin, og sambært óhefta russiska Meduza verður fólkaatkvøðan hildin 11. september.
Liva í ótta
Tey TV2 hevur tosað við lýsa ein bý, ið gerst alsamt meira russiskur – og støðugt meira lógleysur. Ferðsluljósini virka ikki longur og fólk koyrir bara, sum best ber til. Umframt bankarnar eru heldur ongi poshús opin longur, so teir eldru borgarnir í býnum kunnu ikki fáa hendur í teirra pensión. Russiskir hermenn ræna og yvirtaka bygningar til teir sjálvar at búgva í.
Fyri nøkrum døgum síðan sá ein 26-ára gomul kvinna, at russar brutu inn í ein íbúðarblokk í fleiri hæddum, knústu allar hurðarnar og rýmdu síðani avstað aftur við trimum fullum lastbilum av ognunum hjá íbúgvunum. Undantikið eitt lítið sindur, sum eftir var í køliskápinum, fóru hermenninir avstað við øllum frá einum vini hjá familjuni, ið búði á fjórðu hædd. Vit sóu eigaran standa eftir við inngongdina ílatin undirbuksur og einum lítlum posa av mati til hund hansara. Hann hevði ongi pappír ella pening eftir, segði kvinnan til TV2, sum ikki kennir seg trygga. Hon sigur víðari, at hon fleiri ferðir er steðgað av russiskum hermonnum, ið hava bjóðað henni út. Nú torir hon ikki longur at koyra til miðbýin, og hon letur seg í bjølgut og ljót klæði fyri ikki at vakja ans. Eg kundi hugsað mær at havt shorts á um summarið, men her eru russar allastaðni, og tú veitst ikki, hvussu teir fara at reagera, sigur hon.
Allastaðni i býnum hanga prorussiskar plakatir, men tær verða málaðar yvir so hvørt við bláari og gulari máling.
Bíða eftir at verða fríað
Ukrainski herurin hevur boðað frá einum ætlaðum mótálopi í syðra parti av Ukraina fyri millum annað at taka aftur býin Kherson. Stjórnin hevur lovað at senda eina mió ukrainskar hermenn til økið fyri at fría býin. Ímeðan bíða íbúgvarnir í Kherson í vónini um, at tað fer at eydnast ukrainska herinum at fría býin.
TV2, Kristelig Dagblad og Ritzau