Sá Jesus í dreymi í Afganistan
Faraj, sum sær Sat7-Pars sjónvarpsrásina í Afganistan, sendi rásini ein persónligan vitnisburð, við ynski og vón um at gerast ein kristin. Faraj sigur frá sínum upplivingum, hvussu tað er at liva í einum samfelagi, har svik og stríð mynda dagin og har manglandi kærleiki og fátækradømið valda. Hann sigur frá, hvussu lív hansara broyttist, eftir eina serliga uppliving í dreymi.
Fyri einum mána síðani var Faraj sera stúrin og keddur um konuna, sum var vorðin álvarsliga sjúk, orsaka av varandi hjartasjúku. Tá hann hesa náttina legði seg at sova, byrjaði hann at droyma.
«Í dreyminum sá eg ein mann í hvítum búna koma ímóti mær. Hann spurdi meg hvat var áfatt og hví eg var so keddur» sigur Faraj. «Eg greiddi honum frá mínum stríði og tí fíggjarligu byrðu, sum eg ikki var mentur at bera, fyri at kona mín skuldi fáa sín neyðuga heilivág fyri hjartasjúkuna.
Maðurin í dreyminum uggaði meg og segði:»Ver róligur – eg skal geva tær alt»
Kløkkur og ørkymlaður svaraði Faraj, at hann ongar pengar hevði at gjalda við, hartil maðurin svaraði: «Tað sum eg vil geva tær fært tú fyri einki.»
Faraj spurdi víðari, um hesin var lækni, hann svaraði aftur ”Eg kann grøða, gev mær hond tína og kom við mær.»
Hesin dreymur broytti hjartað og dróg Faraj til Jesus. «Eg havi leitað nógv og nú havi eg funnið Harran, sum elskar okkum og kann lekja alla pínu og er vorðin Harri okkara. Eg havi møtt slíkum kærleika, sum hevur endurnýggja meg, takka verið harra mínum, Jesusi Kristi.»
Eitt av starvsfólkunum á Sat7-Pars sigur: ”Vit hava fingið tann framíhjárætt og gleði, at vera vitni til og at kunna luta við tykkum, hesa gleðina hjá Faraj, at vera komin til livandi trúgv. Hansara hægsta ynski er framhaldandi, at vera kendur sum eitt barn av tí almáttuga Guði. Æraður verið Harrin fyri kærleikans broytandi megi og grøðing, sum kemur gjøgnum trúnna á hann.»
Takk, óansæð hvar, hvussu ella hvør, so er Guð við sínum kærleika førur fyri at koma í samband við síni børn. Bið fyri Faraj, sum er nýggjur í trúnni, at hann má verða varðveittur og takka fyri Guðs lyftið, um styrki í stríðnum.
Kelda Sat7.