Sabrina nýggjur leiðari á Ørkini
Føroyska sjómansheimið, Hotell Ørkin í Reykjavík, hevur fingið nýggjan leiðara. Eftir at Rúni K. Joensen segði seg úr starvi í summar, varð Sabrina Bluhm sett í starv, sum leiðari frá 1 juli.
Sabrina er væl kend við arbeiðið á Ørkini, har hon hevur starvast síðani 2016.
Nevnast kann, at hon var varðaleiðari í fleiri ár hjá Ragnar S. Karlsson, fyrrverandi leiðara, og hevur útbúgvingar innan ferðavinnu. Hon tosar íslandskt, enskt, týskt og klárar seg á norskum.
Hon býr við familju síni í Reykjavík.
Rúna verður takkað fyri tíðina.
Stórt viðlíkahaldsátak
Í apríl mánaði varð Ørkin stongd vegna eitt stórt viðlíkahaldsátak. 18 mans og 9 kvinnur vóru tá í Íslandi og gjørdu stórt sjálvboði arbeiði. 58 timburvindeygu vóru tikin úr og nýggj plastvindeygu við trýdupultum glasi sett í. Allar gongdirnar og fleiri kømur vóru málað, øll teppir skift, nýggj ljós sett upp og annað viðlíkahald gjørt. Til seinast var alt húsið vaskað upp og niður. Hjartans tøkk einaferð enn, øll tit, sum vóru við í arbeiðinum.
Gestirnir eru væl nøgdir við nýggju vindeyguni, sum bjálva nógv betri enn tey gomlu, og so hoyrist minni óljóð inn. Nýggju litirnir á veggjum og gólvum fríska upp, og skapa hugna og trivna bæði hjá gestum og starvsfólkum.