Sælur, sælur er tann

Síðst í 2019 fingu Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen hugskotið at skriva 12 nýggjar sálmar. Ætlanin var at skriva ein sálm um mánaðin í alt 2020. Tá Korona rakti, fingu teir nógva tíð, og var hetta við til, at teir longu í juli høvdu skrivað allar 12 sálmarnar lidnar.

Til Stórmøtini í ár hoyrdu vit tríggjar av sálmunum. Hvørt møti byrjaði við ”Nú skalt tú hoyra” og endaði við ”Jesus er mín”.

Fríggjakvøldið prátaði Hjalmar Waag Arge við Torleif og Ásbjørn um verkætlanina og um sangin ”Sælur, Sælur er tann”, sum eisini varð framførdur á møtinum fríggjakvøldið.

Torleif fortaldi, at sangirnir eru allir sera ymiskir. Onkuntíð fekk Ásbjørn ein tekst at skriva eitt lag til, og viðhvørt var lagið klárt fyrst. Millum annað er ein sangur um langa fríggjadag og ein um hvítusunnu. Tað, sum bæði Torleif og Ásbjørn vilja hava fram í øllum sálmunum er, at Gud verður æraður.

LES EISINI  Stórmøti 2020: Myndir frá sunnudegnum

Sálmurin, ”Sælur, sælur er tann”, er skrivaður út frá sálmi 91. Ásbjørn fortaldi, at tá hann fekk tekstin frá Torleif, sá hann beinanvegin, at tað var ein avbjóðing at seta lag til. – Versini hava langar reglur og tung orð, sum ofta er sera torført at sera lag til, meðan niðurlagið er lætt og einfalt. Lagið undirbyggir sangin bæði í tunga versinum og tí lætta niðurlagnum, greiðir Ásbjørn Berthelsen frá.

Sí tekst og akkordir her: Mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina