Saman um Bíbliuna – hoyr undirvísingina her

Mikudagin 4. mars var triðja kvøldið í tiltakinum Saman um Bíbliuna, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri kring landið. Hesaferð vóru vit savnað í Meinigheitshúsinum í Havn, har Heri Kjærbo undirvísti undir yvirskriftini: “Ver tann tú í Kristi ert – har tú ert.”

Í undirvísingini varð tosað um, hvat tað merkir at liva sum kristin í gerandisdegnum – at okkara samleiki er í Kristusi, og hvussu tað kann síggjast í lívinum, har vit eru sett.

Eftir undirvísingina var eisini bólkaprát, har luttakarar fingu høvi at tosa saman um evnið, og kvøldið endaði við drekkamunni.

Undirvísingin varð tikin upp, og upptøkan er nú tøk at hoyra. Hon kann hoyrast her á síðuni og eisini á ymiskum poddvarps tænastum, eitt nú á Spotify.

Næsta kvøldið verður í Sandavági

Næsta og síðsta kvøldið í hesum umfarinum verður 1. apríl kl. 19.30 í Meinigheitshúsinum í Sandavági. Tá fer Torleif Johannesen at undirvísa undir yvirskriftini: “Tá Gud grøðír – ella ikki.”

LES EISINI  Bíbliutími við fokus á “rættvísgering”
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina