Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 31. august

Mánadagin 31. august hevði høvuðsstýrið fund. Millum málini, sum vórðu umrødd var fíggjarstøðan og stórmøtini 2020, umframt at nýggjur limur er komin í høvuðsstýrið.

Nýggjur limur í høvuðsstýrið.

Høvuðsstýrið er hægsti myndugleiki fyri Kirkjuligu Heimamissiónina og virksemi hennara, og í lógskipanini stendur, at høvuðsstýrið skipar seg sjálvt.

Á fundinum mánakvøldið kom nýggjur limur í høvuðsstýrið. Talan er um Beinta Tummasardóttir Klein. Beinta er ættað úr Miðvági. Hon er gift við Havstein Klein, og búgva tey í prestagarðinum í Todnesi á Sandi. Beinta og Havstein eiga fýra børn.
Biðið varð fyri Beintu og familju hennara, nú hon er komin í høvuðsstýrið.

Í høvuðsstýrinum sita Símun P. Jacobsen, formaður, Mariann D. Poulsen, næstformaður, Jan Johannesen 2. næstformaður, Ragnar Groth Mortensen, Ovi Brim, Jógvan Reynslág, Jørmund Foldbo og Beinta Klein.

Fíggjarstøðan:

Høvuðsstýrið umrøddi ársroknskapurin fyri fyrstu sjey mánaðirnar av árinum. Hesin roknskapur vísir eitt hall á 358.000 kr. Heimamissiónin hevur nógvar góðar stuðlar, og uttan hesar stuðlar hevði arbeiðið ikki verið gjørligt.

LES EISINI  Til Havnar vit fara

Nøkur av starvsfólkunum hjá Heimamissiónini hava partvís fingið løn úr hjálparpakka 1, og hetta hevur hjálpt væl. Ein umsókn er eisini send um stuðul úr hjálparpakka 3 til at dekka part av tapinum orsaka av avlýstum tiltøkum og mistum leiguinntøkum. Hendan umsókn er til viðgerðar, so bíðað verður eftir endaligum svari, hvør stuðul kemur haðani.

Tilber at lata eina gávu til Heimamissiónina við at flyta pengar á hesar kontur:

BankNordik:                       6460-151.376.3
Betri Banki:                         9181-497.550.4
Norðoya Sparikassi:         9865-103.429.9
Suðuroya Sparikassi:       9870-100.284.9
Eisini ber til at stuðla ymisku verkætlanunum hjá Heimamissiónini HER

Stórmøtini og ársmøtið 2020:

Fyrr í ár tók høvuðsstýrið avgerð um at útseta ársmøtið. Seinni var avgerð tikin um, at ársmøtið skuldi vera samstundis sum stórmøtini á Skála.

Orsaka av støðuni við covid-19 er lítið sannlíkt, at tað verður gjørligt at savna 1000 fólk í høllini á Skála 6. til 8. november. Høvuðsstýrið tók tí avgerð um, at stórmøtini og ársmøtið í staðin verða víst á Trúboðanum.

LES EISINI  Ynskilistin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Fyrireikingarbólkurin arbeiður við at skipa stórmøtini. Umframt fyrireikingarbólkin eru eisini nógv sjálvboðin við í fyrireikingunum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina