Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 23. august

Mánadagin 23. august hevði høvuðsstýrið fund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Hetta var fyrsti fundur eftir summarsteðgin. Millum málini, sum vórðu umrødd á fundinum, var Sat-7, Háskúlin í Nesvík og dagføring av ársroknskapinum.

Sat-7

Kurt Johansen, aðalskrivari í Sat-7, sum vitjaði í Føroyum, var við á fundinum. Hann greiddi frá virkseminum hjá Sat-7.
Sat-7 er ein altjóða felagsskapur, sum á sínum sjónvarpsrásum sendir kristiligt og kunnandi tilfar út í Miðeystri og Norðurafrika. Gleðiboðskapurin verður boðaður døgnið runt, segði Kurt.
Í økinum, har Sat-7 arbeiður búgva uml. 450 mió. fólk, og fólkini eru ógvuliga opin fyri átrúnaði. Møguleikarnir fyri missión eru tí sera stórir, og arbeiðið gongur væl.
Børnini í sunnudagsskúlunum kring landið hava í fleiri ár stuðlað arbeiðnum hjá Sat-7 við at lata pening í bússurnar, sum standa frammi. Hjartaliga takk fyri hendan stuðulin.
Síðani á heysti 2020 hevur Kirkjuliga Heimamissiónin verið limur í Sat-7. Árliga limagjaldið, sum er ein stuðul til Sat-7, er 15.000 $, ella uml. 95.000 kr.
Í fjør fekk Sat-7 Academy, sum er undirvísingarrásin hjá Sat-7, menningarstuðul frá løgtinginum. Stuðulin var 300.000 kr.

LES EISINI  Stýrislimir bjóðaðir á fund  

Háskúlin í Nesvík

Leguhúsið í Nesvík er stórt, og møguleikarnir eru nógvir. Leguhúsið verður nógv útleigað, og á hvørjum ári er ein ørgrynna av tiltøkum, legum o.ø.
Nýggja kamarslonin er um at vera liðug. Í kamarslonini eru 12 hjúnarkømur, og hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum fyri virksemi í Leguhúsinum í Nesvík.
Í samband við Ársmøtið, sum var í Nesvík 14. og 15. mai, varð kunnað um, at arbeitt verður við einum háskúla í Nesvík. Háskúlalógin gevur góðar møguleikar fyri stuðli, m.a. til lønarútreiðslur, hita og el.
Høvuðsstýrið umrøddi málið, sum gevur nógvar møguleikar, og sum kann vera við til at knýta rørsluna tættari saman. Háskúlin fer tí at hava stóra ávirkan á Heimamissiónina.
Málbólkurin fyri háskúlan er fyrst og fremst tey ungu, men øll eru vælkomin.
Arbeitt verður fram ímóti, at háskúlin kann taka ímóti fyrstu næmingunum á sumri 2022. Ætlanin er at taka upp til 24 næmingar inn.

LES EISINI  Hvør er nýggi høvuðsstýrislimurin?

Dagføring av ársroknskapinum

Spekt hevur gjørt ársroknskapin fyri fyrra hálvár 2021 upp. Staðfestu roknskapartølini vísa eitt undirskot á 58.130 kr. Her er stuðulin úr hjálparpakkanum á 286.178, sum Heimamissiónin fekk fyrr í summar, taldur við.
Tað er stuðlar og gevarar, sum fíggjarliga bera virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Heimamissiónin eigur nógvar góðar stuðlar – hjartaliga takk fyri tað. Brúk er framhaldandi fyri góðum stuðli, um roknskaparárið 2021 skal mala runt.
Til ber at lata eina gávu til Heimamissiónina við at flyta pengar á hesar kontur:

  • Bank Nordik: 6460-151.376.3
  • Betri Banki: 9181-497.550.4
  • Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9
  • Suðuroya Sparikassi: 9870-100.284.9
  • Ella við at trýsta her

Næsti regluligi fundurin hjá høvuðsstýrinum verður 6. oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina