Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 27. januar

Mikudagin 27. januar hevði høvuðsstýrið fund á Strondum. Millum málini, sum vórðu umrødd, var ársfrágreiðingar frá starvsfólkunum og legur og tiltøk 2021.

Ársfrágreiðingar frá starvsfólkunum

Á hvørjum ári skrivar stórur partur av starvsfólkahópinum hjá Heimamissiónini eina ársfrágreiðing. Talan er um aðalskrivaran, trúboðararnar, miðlaleiðaran og samskiparan fyri barna- og familjuarbeiðið.

Hesar ársfrágreiðingar verða sendar høvuðsstýrinum, sum tekur tær fram til viðgerð á fyrsta høvuðsstýrisfundi í nýggja árinum.

Í ársfrágreiðingini lýsa starvsfólkini seinasta árið, og hvussu tað hevur gingið í arbeiðnum. Bæði møguleikar og avbjóðingar í starvinum verða lýstir umframt at arbeiðið kring landið verður umrøtt. Nomið verður eisini við andalig rák, sum eru uppi í tíðini.

Høvuðsstýrið fegnast um stóra og fjølbroytta arbeiðið, sum løntu starvsfólkini gera.

Í januar 2020 vórðu tríggir nýggir trúboðarar settir í starv hjá Heimamissiónini. Hetta er sostatt fyrsta árið hjá nýggju trúboðarunum í starvi. Høvuðsstýrið fegnast um nýggju trúboðararnar og takkar fyri allan stuðul, sum verður veittur teimun og øllum starvsfólkunum, bæði við bøn, arbeiði og fíggjarligum stuðli.

LES EISINI  Vælkomin á Ársmøti í Nesvík

Í samband við nýggju trúboðararnar má staðfestast, at enn restar fígging áðrenn trúboðararnir hjá Heimamissiónini eru fíggjaðir.
Tilber at stuðla trúboðarunum og hinum verkætlanunum hjá Heimamissiónini HER

Heimamissiónin hevur nógvar góðar stuðlar, og uttan hesar stuðlar hevði arbeiðið ikki verið gjørligt.

Tað ber eisini til at lata eina gávu til Heimamissiónina við at flyta pengar á hesar kontur:
– BankNordik: 6460-151.376.3
– Betri Banki: 9181-497.550.4
– Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9
– Suðuroya Sparikassi: 9870-100.284.9

Legur og tiltøk 2021

2020 fer í søguna sum eitt sermerkt ár, har covid-19 hevði stóra ávirkan á virksemið hjá Heimamissiónini, bæði lokalt og í mun til felagssarbeiðið.

2021 er byrjað á sama hátt sum 2020 endaði. Fleiri tiltøk eru longu avlýst.

Tað er sera harmiligt, at vit ikki kunnu samlast til størri tiltøk í løtuni. At legur og tiltøk verða avlýst er ikki fyrst og fremst ein fíggjarlig avbjóðing. Heldur er talan um eina missiónsavbjóðing. Vit eru sett at dríva missión ímillum okkara landsmenn og møta teimum, har teir eru. Hetta gera vit eisini ígjøgnum legur og tiltøk í Leguhúsinum í Nesvík.

Arbeitt verður allatíð við fyrireikingunum, sum í tráð við tilmælini kunnu gera tað gjørligt at hava legur og tiltøk í Nesvík.

Fleiri og fleiri føroyingar verða koppsettir, og tí er vón um, at vit kunna hava summarlegur fyri børn, ung og familjur sum vanligt í summar.

Summarlegurnar eru settar at vera frá 25.juni til 15. august.

Á næsta høvuðsstýrisfundi, sum verður í mars, skal ársroknskapurin fyri 2020 leggjast fyri høvuðsstýrið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina