Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 27. mai 2020

Mikudagin 27. mai hevði høvuðsstýrið sín seinasta regluliga fund hesumegin summarfrítíðina.

Millum málini, sum vóru umrødd var fíggjarstøðan, fundurin við stýrini og stórmøtini 2020.

 

Fíggjarstøðan:

Orsaka av korona, so hevur Leguhúsið í Nesvík ikki verið útleigað síðani síðst í februar. Summarlegurnar eru eisini avlýstar, og hetta hevur sjálvsagt stóra ávirkan á inntøkurnar hjá Leguhúsinum. Høvuðsstýrið umrøddi málið, og hvat kann gerast fyri at skapa inntøkur til Heimamissiónina.

Tilber at lata eina gávu til Heimamissiónina við at flyta pengar á hesar kontur:

  • BankNordik:                       6460-151.376.3
  • Betri Banki:                         9181-497.550.4
  • Norðoya Sparikassi:         9865-103.429.9
  • Suðuroya Sparikassi:       9870-100.284.9

Eisini ber til at stuðla ymisku verkætlanunum hjá Heimamissiónini HER

 

Fundur við stýrini:

9. september verður árligi fundurin við stýrislimirnar í missións- og meinigheitshúsunum. Fundurin hevur áður einans verið fyri formenn og næstformenn, men í fjør vóru allir stýrislimir bodnir við á fundin. Høvuðsstýrið avgjørdi, at framyvir skulu allir stýrislimir í missións- og meinigheitshúsum verða bodnir við á hendan fundin. Fundurin verður sostatt ein fundur við stýrini. Høvuðsstýrið umrøddi, hvørji evni skulu takast fram á fundinum.

Stýrini fáa eisini møguleikan at koma við uppskotum til evni á fundinum. Ein innbjóðing til fundin verður send út einaferð áðrenn summarfrítíðina.

 

Stórmøtini 2020:

Í ár vera Stórmøtini hjá Heimamissiónini á Skála í døgunum 6. til 8. november. Ein fyrireikingarbólkur er settur at fyrireika stórmøtini, og bólkurin hevur havt sín fyrsta fund. Í bólkinum eru Asbjørn Mikkelsen og Anetta Kallsoy av Skála, Súni F. Olsen og Annelisa Rasmussen av Strondum. Jóhannus Mikkelsen umboðar LUN. Síðsti limur í fyrireikingarbólkinum er Dan Højgaard umframt aðalskrivaran Andrias Magnussen.

Fyrr í vár varð Ársmøtið útsett í óavmarkaða tíð. Hóast tilmælini eru broytt, so eru enn avmarkingar fyri, hvussu nógv fólk kunnu vera saman og hvussu tætt tey kunnu vera. Høvuðsstýrið avgjørdi tí at hava Ársmøtið leygardagin á Stórmøtunum.