Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 27. mai

Hósdagin 27. mai hevði høvuðsstýrið fund í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Millum málini, sum vórðu umrødd á fundinum, var eftirmeting av ársmøtinum, stórmøtini 2021 og árligi fundurin við stýrini.

Eftirmeting av ársmøtinum

14. og 15. mai var ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hildið í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta var fyrsta stóra landstiltak síðani stórmøtini vórðu hildin í høllini á Hálsi 25. – 27. oktober 2019.

Høvuðsstýrið fegnaðist um, at uppmøtingin til ársmøtið var góð. Felagsskapurin var góður, og tað sást týðiliga, at fólk vóru glað fyri at kunna vera saman aftur.

Til felagsungdómsmøtið fríggjakvøldið, sum LUN skipaði fyri, var høllin full.

Leygardagin var nógv ymiskt á skránni. Byrjað varð við pallborðsfundi undir yvirskriftini “Felagsskapur og kærleiksgerðir”, har fleiri spurningar og viðmerkingar komu til tey trý, sum sótu í pallborðinum.

Seinnapartin vóru frágreiðingar frá arbeiðnum á skránni, áðrenn stóru sangløtuna. Eftir nátturða var møti, har nógv fólk vóru komin saman. Á møtinum var eisini forbøn á skránni, har høvuðsstýrislimir bóðu fyri teimum seks starvsfólkunum, sum eru sett í starv síðani ársmøtið 2019.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 31. august

Hetta var fyrstuferð, at ársmøtið varð hildið í nýggju høllini í Nesvík. Høllin royndist væl, og við nýggju kørmunum er tað vorðið munandi lættari at hava stór tiltøk, tí nú er ikki neyðugt at rigga av og rigga til í matarsalinum ímillum tiltøkini.

Høvuðsstýrið vil takka øllum, sum møttu upp hesar báðar dagarnar. Takk fyri góðan felagsskap og takk fyri gávurnar.

Næsta ár er ársmøtið sett at vera í Nesvík 2. apríl.

Stórmøtini 2021

Í ár vera Stórmøtini hjá Heimamissiónini í høllini á Skála í døgunum 5. til 7. november. Stórmøtini eru størsta einstaka tiltak, sum Heimamissiónin skipar fyri. Hetta vikuskifti samlast fleiri 100 fólk til møti. Gáttin í ítróttarhallunum er lág, og fleiri fólk, sum ikki eru so von at koma á møti, plaga at møta upp til tiltakið.

Tí er umráðandi, at boðskapurin sum ljóðar er ein kallandi boðskapur.

Eins og undanfarin ár er ein fyrireikingarbólkur mannaður, sum arbeiður við at fyrireika og samskipa stórmøtini.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 27. januar

Hóskvøldið 3. juni hevði fyrireikingarbólkurin fyrsta fundin. Í bólkinum eru Asbjørn Mikkelsen og Anetta Kallsoy av Skála, Annelisa Rasmussen og Beinta Berthelsen av Strondum. Jóhannus Mikkelsen umboðar LUN. Dan Højgaard og Carsten Fonsdal Mikkelsen eru eisini við, umframt aðalskrivaran Andrias Magnussen.

Fyrireikingarbólkurin hevur fund aftur týsdagin 15. juni.

Árligi fundurin við stýrini

Á hvørjum ári skipar høvuðsstýrið fyri fundi við stýrini fyri missións- og meinigheitshúsini kring landið. Yvirskipaða endamálið við fundinum er at styrkja sambandið millum felagsarbeiðið og arbeiðini í missións- og meinigheitshúsunum kring landið.

Í ár verður hesin fundurin hildin mikudagin 8. september. Høvuðsstýrið umrøddi, hvørji evni skuldu takast fram á fundinum.

Ein innbjóðing til fundin verður send út til stýrini einaferð áðrenn summarfrítíðina. Í innbjóðingini fáa stýrini møguleikan at koma við uppskotum til evni, sum kunnu takast fram á fundinum.

Næsti regluligi fundurin hjá høvuðsstýrinum verður 30. august