Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 28. apríl

Mikudagin 28. apríl hevði høvuðsstýrið fund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Millum málini, sum vórðu umrødd á fundinum, var ársoknskapurin fyrsta ársfjórðing 2021 og framtíðarætlanir fyri Heimamissiónina. Eisini varð tosað nakað um jólakonsertina í november.

Framtíðarætlanir fyri Heimamissiónina

Heimamissiónin er ein stór og fjøllbroytt rørsla, hvørs fjøltáttaða virksemi fevnir um alt landið og allar aldursbólkar. Fremsta endamálið og uppgáva hjá Heimamissiónini er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.

Í samleikaskjalinum stendur, at Høvuðsstýrið hevur yvirskipaðu leiðsluna um hendi og myndar rørsluna.

Høvuðsstýrið arbeiður við framtíðarætlanum fyri Heimamissiónina. Hetta er stórt og umfatandi arbeið, sum tekur tíð.

Á heimasíðuni www.mission.fo ber til at lesa um Heimamissiónina, og hvørji mál arbeitt verður við.

Á fundinum vórðu hugskotini frá starvsfólkaskeiðnum tikin fram. Á skeiðnum settu starvsfólkini orð á, hvussu tey sóu framtíðina hjá Heimamissiónini, og hvørjum málum arbeiðast skuldi við. Tað komu nógv góð og spennandi hugskot fram á fundinum, sum arbeitt verður víðari við.

LES EISINI  Árligi fundurin við stýrini verður 8. september

Samleikaskjalið liggur sum grundarlag undir virkseminum hjá Heimamissiónini. Arbeiðið við samleikaskjalinum var umfatandi, við fleiri fundum kring landið, har fólk kundu siga sína hugsan og koma við viðmerkingum. Samleikaskjalið er ein lýsing av Heimamissiónini.

Høvuðsstýrið tók eisini fram ymisk rák og tankar, sum eru frammi í tíðini í dag. Tíðin er merkt av ótryggleika, og lærutilvitanin er avmarkað. Tí er læra og upplæring tvey øki, sum arbeiðast skal við.

Nomið varð eisini við kærleiksgerðir, sum verður tikið fram sum evnið á pallborðsfundinum á ársmøtinum 15. mai.

Tosað varð eisini um leiklutin hjá Trúboðanum, sum er netmiðilin og málgagnið hjá Heimamissiónini, og er við til at knýta rørsluna saman. Trúboðin er hugsaður sum eitt felags savn, har øll kunnu vera við til at framleiða gott tilfar. Soleiðis veksur savnið hvønn dag, og kann vera til gleði og signing fyri arbeiðini runt landið. Á Trúboðanum vilja vit fegin bera tíðindi og koma við góðum og viðkomandi tilfari til okkara lesarar og hyggjarar. Tí vilja vit heita á fólk um at hugsa um Trúboðan og boða frá, um tað er eitthvørt, sum tit vilja fortelja ella lýsa.

LES EISINI  Gott prát millum stýrini

Høvuðsstýrið avgjørdi, at arbeitt verður víðari við framtíðarætlanunum fyri Heimamissiónina.

Ársroknskapurin fyrsta ársfjórðing 2021

Á høvuðsstýrisfundinum vórðu roknskapartølini fyri fyrsta ársfjórðing 2021 løgd fram. Úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing er eitt undirskot á smáar 300.000 kr. Ein av høvuðs orsøkunum til hetta er munandi minni virksemi í Leguhúsinum í Nesvík orsaka av støðuni við covid-19. Vónað og biðið verður eftir, at tað verður møguligt at hava summarlegur í summar. Tilmeldingin er latin upp, og longu nú eru tvær legur fullteknaðar. Meira virksemi í Leguhúsinum í Nesvík hevur positiva ávirkan á roknskapin.

Tað eru tó øki í virkseminum hjá Heimamissiónini, sum eru undirfíggjaði. Trúboðararnir eru ikki fíggjaðir, og tí tørvar okkum fleiri fastar gevarar.

Tað ber eisini til at lata eina gávu til Heimamissiónina við at flyta pengar á hesar kontur:
– BankNordik: 6460-151.376.3
– Betri Banki: 9181-497.550.4
– Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9
– Suðuroya Sparikassi: 9870-100.284.9

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 31. august

Jólakonsertin í Nesvík 20. november

Í desember í fjør vóru spennandi tíðindi at lesa á Trúboðanum um, at kenda gospel sangarinnan, Lynda Randle, fer at hava konsert í høllini í Nesvík 20. november.

Konsertin í Nesvík skuldi vera partur av konsertferð, sum Lynda skulu hava runt um í Norðurlondum og Europa. Hóast støðan við koronu er góð í Føroyum, so er óvissan stór í londunum rundan um okkum. Lynda Randle hevur tí avgjørt at avlýsa konsertferðina í november. Avtala er gjørd við Lyndu um at útseta konsertina til næsta ár.

Arbeitt verður víðari við at skipa fyri góðari og spennandi jólakonsert í høllini í Nesvík 20. november. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Næsti regluligi fundur hjá høvuðsstýrinum er 27. mai.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina