Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 28. januar

Fríggjadagin 28. januar hevði høvuðsstýrið fund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Millum málini, sum vórðu umrødd á fundinum var ársfrágreiðingar frá starvsfólkunum, eftirmeting av Stórmøtunum og háskúlin í Nesvík.

Ársfrágreiðingar frá starvsfólkunum

Á hvørjum ári skrivar stórur partur av starvsfólkahópinum hjá Heimamissiónini ársfrágreiðing. Talan er um aðalskrivaran, trúboðararnar, miðlaleiðaran og ráðgevan innan barna- og familjuøkið. Í ár var talan um tilsamans átta ársfrágreiðingar.

Ársfrágreiðingarnar verða sendar høvuðsstýrinum, sum tekur tær fram til viðgerð á fyrsta høvuðsstýrisfundi í nýggja árinum.

Í ársfrágreiðingini lýsa starvsfólkini seinasta árið, og hvussu tað hevur gingið í arbeiðnum. Bæði møguleikar og avbjóðingar í starvinum verða lýstir, umframt at arbeiðið kring landið verður umrøtt. Nomið verður eisini við andalig rák, sum eru uppi í tíðini. Her varð m.a. umrøtt, hvørja ávirkan korona hevur havt á felagsskapin og tað at koma saman.

Høvuðsstýrið fegnast um stóra og fjølbroytta arbeiðið, sum løntu starvsfólkini gera. Somuleiðis vil Høvuðsstýrið eisini takka fyri allan stuðul, sum verður veittur øllum starvsfólkunum, bæði við bøn, arbeiði og fíggjarligum stuðli.

LES EISINI  Gott prát millum stýrini

Eftirmeting av Stórmøtunum

Í døgunum 7.-9. januar vóru Stórmøtini. Aftur hesaferð vóru tey á netinum, tí hámarkið fyri, hvussu nógv kundu samlast var 100 fólk. Um Gud vil og vit liva, so vera Stórmøtini í Vágum 4.-6. november 2022. Tá vera tað trý ár síðani, at vit seinastu hildu Stórmøti í eini ítróttarhøll.

Høvuðsstýrið var á einum máli um, at tá ið tað ikki var gjørligt at samlast, so var tað gott, at vit hava møguleikan at senda møti til okkara landsmenn. Yvirskriftin fyri Stórmøtini var “Hvar finni eg frið?”, og er hetta ein viðkomandi spurningur inn í tíðina í dag. Talurnar vóru við til at lýsa hendan spurningin og peikaðu á Jesus, sum er friður okkara. Eisini var felagssangur, vitnisburður o.a. á skránni.

Ilt er at siga, júst hvussu nógv vóru við til Stórmøtini, men boðskapurin rakk langt út ígjøgnum Trúboðan, facebook, youtube, Rás1, PODAS, og Sjey.

Tað ber framvegis til at hyggja eftir Stórmøtunum við at TRÝSTA HER

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 23. august

Háskúlin í Nesvík

Á Ársmøtinum í fjør varð kunnað um, at arbeitt verður við einum háskúla í Nesvík. Í fjør varð umsókn send Landsstýrinum um fíggjarligan stuðul til háskúlan. Løgtingið játtaði 1,35 milliónir kr. í stuðli til háskúlan. Viðtøkurnar fyri háskúlan siga, at høvuðsstýrið velur skúlastýrið, sum er mannað við 9 limum. Skúlastýrið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og kassameistara. Tað er skúlastýrið, sum eftir góðkenning frá Høvuðsstýrinum setur skúlaleiðaran.

Høvuðsstýrið umrøddi málið og samdist um, hvørji fólk heitast skal á til at manna skúlastýrið.

Háskúlin, sum fer at halda til í Leguhúsinum í Nesvík, er fyri tey, sum eru 17 ár og eldri.

Fyrsta skúlaár byrjar eftir summarfrítíðina í summar.

Næsti regluligi fundur hjá høvuðsstýrinum verður 10. mars.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina