Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 6. oktober

Mikudagin 6. oktober hevði høvuðsstýrið fund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Millum málini, sum vórðu umrødd á fundinum var avskrivingar í samband við útbyggingina, eftirmeting av fundinum við stýrini, boðanarætlan og dagføring av ársroknskapinum.

Avskrivingar í samband við útbyggingini í Nesvík

Tá ið niðara hæddin í kamarslonini er liðug og verður tikin í brúk, er útbyggingin liðug. Tá verður farið undir at avskriva nýggja bygningin. Á fundinum vóru trý ymisk uppskot frá Spekt løgd fram um, hvussu bygningurin kann avskrivast. Høvuðsstýrið gjøgnumgekk uppskotini og umrøddi tey.

Tann 1. januar 2021 hevur útbyggingin kostað 35,5 milliónir kr. umframt rentur. Síðani tá er nakað komið omaná kostnaðin, tí ovara hæddin í kamarslonini er gjørd liðug og niðara hæddin er komin væl áleiðis.

Gamli parturin av Leguhúsinum er niðurskrivaður til 0 kr. Høvuðsstýrið avgjørdi, at útbyggingin eisini verður niðurskrivað til 0 kr. Hetta verður gjørt yvir 30 ár, har rentur og avskrivingar verða inntøkuførdar úr grunninum til endamálið, soleiðis at avskrivingarnar ikki ávirka rakstrarúrslitið.

LES EISINI  Nýggjur limur í høvuðsstýrinum

Eftirmeting av fundinum við stýrini

Mikudagin 8. september var árligi fundurin við stýrini. Fundurin var í Tabor á Toftum.

Høvuðsstýrið eftirmetti fundin. Semja var um, at punktini á skránni vóru viðkomandi.

Felagskapurin var góður og ymisku stýrislimirnir tyktust glaðir fyri fundin. Prátið gekk væl, og fleiri tóku orðið og lýstu evnini og nevndu møguleikar fyri samstarvi.

Tað er umráðandi, at høvuðsstýrið møtir arbeiðunum kring landið og fær samskift við tey um felags kallið.

Á fundinum var eisini kunngjørt, at 12. til 14. mai 2022 verður leiðararáðstevna fyri stýrislimir. Leiðararáðstevnan verður í Leguhúsinum í Nesvík. Teir ymisku stýrislimirnir fegnaðust um møguleikan hjá teimum at koma til Nesvíkar eitt vikuskifti og einans vera luttakarar.

Fundurin við stýrini verður aftur 7. september 2022.

Boðanarætlan

Lærutilvitanin hjá fólkunum í Heimamissiónini er av størsta týdningini. Tað er sera umráðandi, at vit verða upplærd í øllum Guds orði, tí trúgvin og frelsan kemur av tí, sum verður hoyrt.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 27. mai

HeimaMissiónsUngdómur (HMU) er farin undir arbeiðið at gera eina boðanarætlan. Støðið verður tikið í eini líknandi ætlan hjá IMU (IndreMissionsUngdom). Hendan ætlanin verður gjøgnumarbeidd, soleiðis at hon passar til føroyska samfelagið í dag. Hetta er umfatandi arbeið, so tí er óvist, nær boðanarætlanin er liðug.

Í fyrireikingargbólkinum sita Helena Sunnsker, Tummas Kannuberg, Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, og Dánial Olsen, ungdómssamskipari.

Dagføring av ársroknskapinum

Á fundinum varð dagførdi ársroknskapurin fyri fyrstu átta mánaðirnar lagdur fram. Úrslitið pr. síðsta august var eitt avlop á 180.715 kr. Tá er stuðulin úr hjálparpakkanum á 286.178 kr., sum Heimamissiónin fekk í summar, taldur við. Úrslitið av vanliga rakstrinum er tí eitt hall á góðar 105.000 kr.

Tørvur er tí á fleiri gávum, og serliga føstum gávum, soleiðis at raksturin hjá Heimamissiónini kann koma í trygga legu.

Tað eru fleiri sum longu geva til felagsarbeiðið – hjartaliga takk fyri tað.

Um tú ynskir at vera við til at lyfta felagsarbeiðið fíggjarliga, so hevur tú møguleika at flyta eina gávu á hesar kontur:

LES EISINI  Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina hevur fingið nýggjan næstformann 

Bank Nordik: 6460-151.376.3

Betri Banki: 9181-497.550.4

Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9

Suðuroya Sparikassi: 9870-100.284.9

Ella við at trýsta HER

Næsti regluligi fundur hjá høvuðsstýrinum verður 25. november. Hetta er samstundis seinasti høvuðsstýrsfundur í ár.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina