Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 8. mars

Mánadagin 8. mars hevði høvuðsstýrið fund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Millum málini, sum vórðu umrødd á fundinum, var ársroknskapurin 2020 og framtíðarætlanir fyri Heimamissiónina. Eisini skuldi nýggjur næstformaður veljast fyri Mariann D. Poulsen, sum hevur takkað fyri seg í høvuðsstýrinum.

Nýggjur høvuðsstýrislimur og nýggjur næstformaður

Á høvuðsstýrisfundinum 27. januar takkaði Mariann D. Poulsen fyri seg í høvuðsstýrinum. Mariann varð fyrstuferð vald inn í høvuðsstýrið í januar 2013, og hevur hon verið næstformaður størsta partin av tíðini, hon hevur sitið í høvuðsstýrinum. Á fundinum takkaði Símun P Jacobsen, formaður, Mariann fyri tíðina.

Nýggjur limur í høvuðsstýrinum er Annelisa Rasmussen av Strondum. Biðið varð fyri Annelisu og familju hennara, nú hon er komin í høvuðsstýrið.

Høvuðsstýrið skuldi tí velja nýggjan næstformann í staðin fyri Mariann. Høvuðsstýrið valdi Ova Brim til nýggjan næstformann. Ovi hevur verið í høvuðsstýrinum síðani september 2016.

Í høvuðsstýrinum sita nú Símun P. Jacobsen, formaður, Ovi Brim, næstformaður, Jan Johannesen 2. næstformaður, Ragnar Groth Mortensen, Jógvan Reynslág, Jørmund Foldbo, Beinta Klein og Annelisa Rasmussen.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 27. mai

Framtíðarætlanir fyri Heimamissiónina

Heimamissiónin er ein stór og fjøllbroytt rørsla, hvørs víðfevnda virksemi fevnir um alt landið og allar aldursbólkar.

Á fundinum umrøddi høvuðsstýrið, hvørji eyðkenni eru fyri Heimamissiónina, og hvat tað er, sum høvuðsstýrið ynskir skal eyðkenna Heimamissiónina.

Tað er umráðandi, at Heimamissiónin hevur greið mál at arbeiða fram ímóti, og at hesi mál verða eftirmett og møguliga tillagaði við jøvnum millumbilum.

Á heimasíðuni www.mission.fo ber til at lesa um Heimamissiónina, og hvørji mál arbeitt verður við.

Frá 2007 til 2013 varð arbeitt við samleikaskjalinum, sum liggur sum grundarlag undir virkseminum hjá Heimamissiónini. Í samband við hetta arbeiðið vóru fleiri fundir kring landið, soleiðis at fólk kundu siga sína hugsan og koma við viðmerkingum. Samleikaskjalið er ein lýsing av Heimamissiónini, og grundarlagnum undir Heimamissiónini.

Heimamissiónin hevur sum sítt fremsta endamál og uppgávu at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.

Á fundinum varð eisini tosað um, at tað er kristni kærleikin okkara millum, sum eigur at eyðkenna okkum. Felagsskapurin í Heimamissiónini skal vera so góður, at onnur leggja hann til merkis, og vilja vera partur av honum. Í hesum sambandi varð tosað um “Operatión Kærleiksgerðir”, sum ein bólkur arbeiddi við fyri nøkrum árum síðani.

LES EISINI  Skrivstovan stongd...

Kærleiksgerðir varð eisini tikið fram sum evni á næstseinasta formansfundi, sum var í Meinigheitshúsinum í Havn 11. september 2019, har ein plakat varð gjørd út frá hugskotum, sum stýrislimirnir komu við:

Á høvuðsstýrisfundinum varð eisini tosað um, at Trúboðin hevur ein stóran leiklut í framtíðarætlanunum fyri Heimamissiónina.

Trúboðin er netmiðilin og málgagnið hjá Heimamissiónini, og er við til at knýta rørsluna saman. Trúboðin er hugsaður sum eitt felags savn, har øll kunnu vera við til at framleiða gott tilfar. Soleiðis veksur savnið hvønn dag, og kann vera til gleði og signing fyri arbeiðini runt landið.

Á starvsfólkaskeiðnum, sum var í Nesvík 9. og 10. mars, var framtíðarætlanir fyri Heimamissiónin yvirskriftin fyri skeiðið. Starvsfólkini vóru tá við til at seta orð á, hvussu tey sóu framtíðina hjá Heimamissiónini, og hvørjum málum arbeiðast skuldi við.

At arbeiða við framtíðarætlanum tekur tíð. Hetta verður tí eitt mál, sum høvuðsstýrið fer at arbeiða við framyvir.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 6. oktober

Ársroknskapurin 2020

Á høvuðsstýrisfundinum var ársroknskapurin 2020 eisini lagdur fram.

Tað er grannskoðaravirkið Spekt, sum grannskoðar roknskapin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Ársroknskapurin verður lagdur fram á Ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum í ár verður leygardagin 15. mai.

Í næstu viku kemur grein út á Trúboðan, har meira verður kunnað um ársroknskapin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina