Starvsfólkini á starvsfólkaskeiði
Týsdagin og mikudagin vóru starvsfólkini hjá Heimamissiónini á starvsfólkaskeiði í Nesvík.
Yvirskriftin fyri starvsfólkaskeiðið var “Framtíðarætlanir”, har arbeitt var við visiónum og málum í arbeiðnum hjá starvsfólkunum. Talan var um góðar og gevandi dagar.
Jóhan Hansen hevur, sum partur av lesnaðinum í 3K, brúkt nakað av tíð uppá visiónsarbeiði. Skeiðið byrjaði við, at Jóhan hevði framløgu um evnið: “Visiónsarbeiði – hvat, hví, hvussu?” Síðan nýttu starvsfólkini tið upp á at skriva mál teirra á smáar seðlar. Skjótt var greitt, at tað skortaði ikki við góðum hugskotum til, hvussu arbeiðið hjá Heimamisiónini kan mennast í komandi tíðum. Tosað var um hesi mál og hesar dreymar.
Seinnapartin hevði Símun P. Jacobsen, formaður, eina framløga um framtíðarætlanir fyri Heimamissiónina. Serliga var fokus á, hvussu Trúboðin kan mennast som miðil. Tíð var eisini sett av til hugskot, viðmerkingar og kjak.
Mikudagin hevði Carsten Fonsdal Mikkelsen eitt upplegg um generatión Z, har nomið var við nakrar av teimum trupulleikunum, sum kirkjan kann vænta sær, í møti við eitt ættarlið, ið virðismetir tolsemi meira enn moral.
Síðani var tið at síggja ein videofyrilestur við Craig Groeschel, pastori í Life.Church.
Hugnaligur felagsskapur
Á starvsfólkaskeiðnum var eisini góð tið at hugna sær saman. Mest av øllum var tað gott at Erla Mortensen og Pól Johannesen komu framvið. Bæði eru framhaldandi sjúkrameldaði, men tað gongur fram á hjá báðum.
Týskvøldið var døgurði og hugnaløta fyri starvsfólkunum og høvuðsstýrislimunum. Hetta var ein góð løta, við góðum mati, práti og spæli.