Samkirkjudagar á Sandoynni komandi vikuskifti
Komandi vikuskifti eru samkirkjudagar aftur á skránni. Hesaferð verða teir hildnir í Sandoyar prestagjaldið í døgunum frá Kristihimmalferðardegi 9. mai til og við sunnudagin 12. mai. Lagt verður upp til ein góðan og ríkandi dag fyri alla familjuna, bæði børn, ung, vaksin og gomul.
Samkirkjudagar eru ein kristin festivalur við gudstænastum, sangløtum, møtum, fyrilestrum, kjaki, kvirru og gonguferð. Eisini er stórt barna- og ungdómstiltak á skránni.
Byrjað verður Kristi Himmalferðardag við eini felagsgudstænastu í høllini inni í Dal, har Uni Næs, próstur, prædikar, Havnar Hornorkestur spælir og kórið Tarira syngur.
Skráin borðreiðir annars við hópin av áhugaverdum tiltøkum so sum pallborðskjaki um evnið ‘Hvussu gera vit kristindómin viðkomandi?’ og fyrilestrar um ‘Sekularisering og kristindóm’ og um ‘Vitlíki (AI) og trúgv’.
Fríggjakvøldið kl. 21 verður stór útikonsert á Mørkini Miklu heima á Sandi við Heðin Askham, Annu Lovisu Mýri, Tórfríð Tavsen, Halleluja Sofus og Lydiu, kórinum Brak, Fríðbjørg Jensen, kórinum Lot, Magna Christiansen, Dortheu Højgaard Dam og Strámenn.
Nógv onnur spennandi tiltøk eru á skránni, og fulla skráin kann síggjast her.
Øll tiltøk á Samkirkjudøgum eru ókeypis, og tú kanst koma og fara, sum tær lystir. Mat og drekka má ein tó sjálvur gjalda fyri.
Samkirkjudagar vóru hildnir fyrstuferð í Vágoynni í 2022, og verða eftir ætlan hildnir 3. hvørt ár framyvir í ymsum oyggjum í landinum – t.v.s. næstu ferð í 2027. Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni www.samkirkjudagar.fo.