Samrøða og Q&A við John Lennox í kvøld

Í dag kemur bókin “Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?” eftir John Lennox út. Í hesum sambandi skipar KFS fyri einum forvitnisligum online-tiltaki kl. 20 í kvøld, har ein beinleiðis samrøða verður við John Lennox um nakrar av spurningunum í bókini. Síðan verður Q&A (spurningar og svar), har dámligi og dugnaligi professarin fer at svara spurningum frá hyggjarunum.

Tað má sigast at vera ein framíhjárættur hjá okkum føroyingum at sleppa at hoyra og spyrja henda kenda vísindamannin enn einaferð, eftir at hann vitjaði í Føroyum í 2014. Lennox hevur vitan og royndir sum fáur, og hann hevur luttikið í kjaki við fleiri av fremstu ateistum, eitt nú Richard Dawkins, Christopher Hitchens, sála, og Peter Singer.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á Youtube kl. 20-21.15. Stroymingin letur upp kl. 19.45.

Leinkjan til stroymingina er her: https://www.youtube.com/channel/UCt01oZKq8ChD78JJO3Lu6ag/live

Sí meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1890667534396453/

LES EISINI  Tú lærir at njóta núið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina