Samrøða við Janus Thomsen á GLS 2020

Altjóða leiðsluráðstevnan Global Leadership Summit, sum eisini verður hildin í Føroyum hvørt ár, nærkast. Hon verður í døgunum 17.-18. januar í Norðurlandahúsinum í Havn. Annað av føroysku íkøstunum hesaferð verður ein samrøða við Janus Thomsen, stjóra í Effo.

GLS er ein leiðsluráðstevna, sum verður hildin í Chicago í USA hvørt ár og har fyrilestrarnir og samrøðurnar síðani verða sendar á leiðsluráðstevnum um allan heim. Ráðstevnan vendir sær ikki einans til kirkju- og samkomuleiðarar, men eisini til øll, sum so ella so leiða onnur fólk, tað veri seg í familjuni, skúlanum, arbeiðsplássinum, samfelagnum annars og kirkjuni/samkomuni. Tað snýr seg um at gerast dugnaligari at leiða í breiðari merking.

Í fleiri ár hava eitt ella fleiri føroysk íkast verið til ráðstevnuna í Føroyum, gjarna ein samrøða, og nevndin fyri GLS hevur boðað frá, at hesaferð luttaka tveir føroyingar. Millum annað verður samrøða við Janus Thomsen.

Janus hevur drúgvar leiðsluroyndir í føroyskum vinnulívi. Hann var stjóri í tryggingarfelagnum Trygd í sjey ár og valdi at leggja stjórastarvið frá sær í fjør, uttan at hava annað starv at fara í. Í august í fjør gjørdist hann stjóri í orkufelagnum Effo. Hann hevur eisini sitið í nevndum í føroyskum fyritøkum.

LES EISINI  Enn eru pláss eftir á GLS

Janus hevur lisið búskap og marknaðarføring á Handilsháskúlanum í Keypmanahavn. Hann er 40 ára gamal, ættaður av Toftum og býr á Nesi saman við konuni og fýra børnum. Í frítíðini er hann virkin í missiónshúsinum Tabor á Toftum.

Páll Isholm hitt føroyska íkastið

Hitt føroyska íkastið á GLS 2020 er Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali. Í fjør varð Páll valdur til ársins leiðara innan tað almenna.

Páll Isholm

Páll er útbúgvin cand.mag í norðurlendskum máli og bókmentum, samskifti og samfelagsfrøði. Hann var stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali frá 2002 til 2012. Hann hevur eisini verið borgarstjóri í Gøtu kommunu og var í nøkur ár deknur í Gøtu kirkju. Páll er giftur við Ranvør og tey eiga fýra børn.

Umframt teir báðar Janus og Páll verða tíggju fyrilestrar vístir á stórskíggja.

Tekning

Tekningin til GLS 2020 er í gongd. Ein teknar seg á www.gls.fo. Prísurin er í løtuni 1.200 krónur, men 1. desember fer hann upp á 1.400 krónur.

LES EISINI  GLS leiðsluráðstevnan 2022 av

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina