Samskifti

Ann Dahl Hansen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

  • Er tað satt?
  • Er tað neyðugt?
  • Er tað kærleiksfult?

Vit brúka nógv orð hvønn dag. Nøkur okkara brúka fleiri orð enn onnur.

Øll orð okkara hava týdning. Tey skapa. Tey skapa antin lív ella deyða. Tey byggja antin upp ella bróta niður.

Í Orðatøkunum 18,21 stendur: “Deyði og lív eru í tungunnar valdi, og tann, sum hevur teym á henni, skal njóta frukt hennara”.

Helst eru fleiri við mær, ið hava upplivað, at vit søgdu okkurt, sum var betur ósagt. Í tí løtu orðið kom um varrarnar, angraðu vit tað. Ella vit hava upplivað, at vit áttu at sagt okkurt, vit áttu at havt talað at, tá onkur varð illa viðfarin, men vit tagdu. Ella vit bóru ósonn tíðindi víðari. Slatraðu.

Hvussu nógv mannalív eru ikki vorðin oyðiløgd av slatri? Onkur hoyrdi okkurt um onkran og valdi at siga tað víðari, vælvitandi, at tað kanska als ikki var satt, men tað var kanska bara spennandi.

Kanska hildu tey meg vera spennandi og áhugaverda, um eg kundi bera hesi tíðindini víðari.

Og tað eru fólk, sum hava fingið lív sítt oyðilagt av, at onnur bóru nakað víðari, sum als ikki var satt.

LES EISINI  Jesus sum samskiftisráðgevi

Í dag, nú nógv samskifti gongur fyri seg á sosialu miðlunum, so kundu vit hugsað eitt sindur um, hvussu vit samskifta har. Tí tað skrivaða orðið kann sanniliga eisini vera særandi. Javnan kunnu vit á sosialu miðlunum lesa um fólk, sum verða spottað. Sum verða hildin fyri gjøldur. Happað. Bæði tá ið tað snýr seg um politik, men eisini tá ið tað snýr seg um andalig viðurskifti. Veit ikki, um tað er serstakt fyri føroyingar, men vit hava eina stak vánaliga kjakmentan, har vit alt ov ofta fara eftir manninum ístaðin fyri eftir bóltinum.

Men hvussu við mær? Ger tað nakran mun, hvat eg sigi ella skrivi? Ja! Avgjørt!

Vit kunnu taka eina tilvitaða avgerð og siga: Hetta steðgar við mær. Eg fari ikki at bera slatur ella ónd orð víðari. Hvørki í talu ella á skrift.

Bíblian minnir okkum á, at orð okkara hava týdning. Og tí eiga vit at hugsa um, hvussu og hvat vit siga ella skriva, og hvussu vit umtala onnur.

LES EISINI  Dinosaururin í rúminum

Kanska skuldu vit seta okkum sjálvum hesar tríggjar spurningarnar, áðrenn vit lata munnin upp:

  1. Er tað satt?
  2. Er tað neyðugt?
  3. Er tað kærleiksfult?

Og um vit ikki kunnu svara ja til hesi trý, so lat okkum heldur tiga.

Í Orðatøkunum 16,24 stendur: “Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini. “

Lat okkum gera av, at orðini, sum koma úr munni okkara, skulu vera vinalig orð, sum byggja onnur og okkum sjálv upp, og ikki orð, sum bróta niður.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina